Nýggja bókin hjá Edmundi Joensen kemur nú út til føroyingar at lesa.
Bókin eitur "Okkara maður á Christiansborg", og útgávudagurin er í morgin, hósdagin 6. november 2014.
Fyrsta framløgan av bókini verður í Perluni í Tórsgøtu 3 klokkan 16.30. Tá leggur Edmund bókina fram og høvi verður hjá øllum at ogna sær hana signeraða.
Onnur framløgan fer fram á bókasavninum í barnaskúlanum á Oyrarbakka klokkan 20.
Fólkatingsmaðurin leggur bókina fram, og eisini har er møguleiki at ogna sær bókina og fáa hana signeraða.
- Bókaframløgurnar eru almennar, og øll eru hjartaliga vælkomin, sigur útgevarin.