Landsstýrið undirgrevur trúvirðið hjá bankavinnuni við ætlanini um at seta á stovn eitt føroyskt fíggjareftirlit, skrivar Edmund Joensen, fólkatingsmaður Hóast trúvirði er altavgerandi fyri bankarnar, velur landsstýrið at pilka við júst trúvirðið við ætlan síni um at seta á stovn eitt føroyskt fíggjareftirlit.
Hetta skrivar Edmund Joensen, fólkatingsmaður í brævi til fjølmiðlarnar.
?Higartil hevur landsstýrið ikki grundgivið fyri, hví fíggjareftirlitið skal yvirtakast frá danska statinum. Einasta grundgeving, ið hómast í samgonguskjalinum, er: ?til tess at menna samfelagið og víðka um virkisførleikarnar?.
?Her kundu vit hóskandi spurt: Virkisførleikarnar hjá hvørjum? Í øllum førum ikki hjá føroysku bankunum!
Bankarnir í Føroyum hava sum er fyrimun av at vera partur av danska fíggjargeiranum. Danski búskapurin hevur ikki verið sterkari enn nú, og stórt trúvirði er um danska fíggjarkervið og fíggjareftirlitið. Hetta ?smittar yvir á? føroysku bankarnar, t.d. tá teir skulu lána pening uttanlands?, skrivar føroyski fólkatingsmaðurin.
?Skulu Føroyar hava egið fíggjareftirlit, verður ein avleiðing helst, at føroysku bankarnir skulu gjalda meira, tá lánast skal uttanlands. Henda rokningin verður uttan iva send lántakarum í Føroyum. Meira álvarsligt er, at álitið á fíggjareftirlitið hjá heimastýrinum verður avmarkað. Føroyska fíggjarvinnan vinnur nógvan pening uttanlands. Hon er vorðin eitt nýtt bein hjá føroyska búskapinum at standa á, og fleiri hundrað fólk starvast í hesi vinnu?, skrivar Edmund Joensen.








