Edmund Joensen og Sjúrður hava tann ivasama heiður at vera toppkandidátar til heiðurin sum teir limirnir í Fólkatinginum, sum donsku fjølmiðlarnir hava minst áhuga fyri.
Tað vísir ein uppgerð, edv greiningarvirkið, Buhl og Rasmussen, hava gjørt.
Í sambandi við sendingina Pressen á P 3, hevur greiningarvirkið gjørt upp, hvussu sjáldan teir ymisku fólkatingslimirnir verða nevndir í størstu, donsku talgildu miðlunum hetta síðsta árið.
Uppgerðin fevnir um greinar, har navnið er stavað beint.
Tað skal vera ósagt, um støðan er tann, at danskir miðlar ikki duga at stava nøvnini á føroysku fólkatingslimunum, ella um støðan er tann, at miðlarnir púra ongan áhuga hava í føroyskum viðurskiftum ella um støðan er tann, at miðlarnir ongan áhuga hava í okkara fólkatingsmonnum.
Men veruleikin er, at Sjúrður Skaale og Edmund Joensen eru millum teir fólkatingsmenninir, sum fáa allarminst umrøðu í Danmark.
Tann fólkatingsmaðurin, sum er minst umrøddur, er danski javnaðarmaðurin, Daniel Togt Jakobsen, sum er varalimur í Fólkatinginum.
Hann er bara umrøddur einaferð í størstu donsku, talgildu miðlunum hetta síðsta árið.
Men á næstu plássunum koma teir báðir føroysku fólkatingsmenninir, sum bara eru umrøddir tvær ferðir hvør.
Til samanberingar kann nevnast, at annar grønlendski fólkatingslimurin, Doris Jacobsen úr Siumut, er umrødd 14 ferðir og hin grønlendski fólkatingslimurin, Sara Olsvig, úr Inuit Ataqatigiit, er umrødd 20 ferðir.
Ikki óvæntað er forsætisráðharrin, Helle Thorning-Schmidt nógv mest umrødd við tað, at hon er umrødd 9.675 ferðir og tað er næstan tvær ferðir so ofta, sum tey næstu á listanum, ið øll eru antin ráðharrar ella floksformenn.










