Undir valstríðunum – bæði til fólkatingsvalið í september í 2011 og løgtingsvalið í oktober í 2011, sótu Kaj Leo Holm Johannesen lið um lið í sjónvarpi og útvarpi og lovaðu, at kom Sambandsflokkurin til valdið, so var fyrsta og størsta og besta málið hjá flokkinum at hækka blokkin upp í 200 milliónir krónur um árið. Tað hevði merkt, at føroyska samfelagið í fíggjarárinum, sum nú kemur, átti 600 milliónir krónur meira.
Teir vórðu kortini báðir lagdir undir, at hetta var spæl fyri gallarínum. Og tað gekk eisini sjón fyri søgn, tá Jørgen Niclasen á landsfundi hjá Fólkaflokkinum, beint áðrenn samgongan varð skipað endaliga í 2011, boðaði frá, at talan var um spæl fyri gallarínum. At hann fór til Danmark at biða um pengarnar, men at hann fór at verða vendur í hurðini. Men so hevði hann gjørt sín part av avtaluni við Sambandsflokkin – og harvið varð málið endaliga avgreitt.
Rætt hevur Jørgen Niclasen. Stríðið um blokkin er endaliga avgreitt. Veruligur vilji var ikki aftan fyri orðini hjá løgmanni, sum heldur vil sita við valdið hjá Jørgen Niclasen, enn at stríðast saman við Edmundi Joensen fyri at hækka blokkstuðulin úr Danmark.
Í álitinum til donsku fíggjarlógina sigur Edmund Joensen soleiðis:
– Sambandspartiet er kritisk over for tilskuddets aktuelle størrelse. Sambandspartiet på Færøerne fastholder også den grundlæggende holdning, at Færøerne ved given lejlighed skal forhandle med regeringen om en normalisering af tilskuddets størrelse, d. v. s. i opadgående retning
Sammbandspartiet har adskillige gange tilkendegivet, at tilskuddet bør normaliseres således, som Færøerne landsstyre fremførte under forhandlingerne med regering for to år siden, sigur altso Edmund Joensen.
Tað stutta av tí langa er, at stóra vallyftið hjá landsins leiðandi flokki, sum onkur segði var bluff, er endaliga droppað av Føroya løgmanni, formanni Sambandsfloksins.
Hansara landsstýri hevur avgjørt, at blokkurin verður sum hann er næstu trý árini.