Edmund millum elstu fólkatingsmenn

Tað eru bara fýra fólkatingspolitikarar, sum eru eldri enn Edmund Joensen, sum hevur boðað frá, at hann stillar uppaftur á næsta fólkatingsvali – og sum sambært veljarakanning stendur til at blíva afturvaldur.

Tað eru bara fýra fólkatingspolitikarar, sum eru eldri enn Edmund Joensen, sum hevur boðað frá, at hann stillar uppaftur á næsta fólkatingsvali – og sum sambært veljarakanning stendur til at blíva afturvaldur.

 

Í Fólkatinginum eru 179 fólk. Bara fýra teirra eru eldri enn Edmund Joensen:

Per Stig Møller, sum er 72 ár, Marianne Jelved sum er 71 ár, Birthe Rønn Hornbech, sum er 71 ár og Berthel Haarder, sum er 70. Hann er 12 dagar eldri, enn Edmund Joensen.

 

Tað hevur ligið á ljóði, at bæði Per Stig Møller og Birthe Rønn Hornbech ikki stilla uppaftur. Um hini bæði, eins og Edmund Joensen, stilla upp, og um tey verða vald, so verður Edmund Joensen triðelsti fólkatingspolitikarin.

 

Tíggju tey elstu, sum vórðu vald á valinum seinast, 15. september í 2011, vóru hesi:

 

1. Per Stig Møller (K), 27.08.1942

2. Marianne Jelved (RV), 05.09.1943

3. Birthe Rønn Hornbech (V), 18.10.1943

4. Bertel Haarder (V), 07.09.1944

5. Edmund Joensen (S) 19.09 1944

6. Steen Gade (SF), 09.04.1945

7. Leif Mikkelsen (LA), 27.07.1945

8. Finn Sørensen (EL), 28.12.1946

9. Karen Jespersen (V), 17.01.1947

10. Pia Kjærsgaard (DF), 23.02.1947

 

Elsti persónur, sum er valdur á fólkating yvirhøvur, er Klaus Bersten úr Vinstra, sum á valinum í 1924 varð valdur. Hann var tá 79 ár og 10 mánaðir. Hann er eisini tann elsti, sum nakrantíð hevur sitið í Fólkatinginum. Tá hann fór úr Fólkatinginum eftir valið í 1926, tá hann ikki stillaði uppaftur, var hann 82 ár, fimm mánaðir og 19 dagar. Hann hevði tá sitið í Fólkatinginum í 51 ár, tveir mánaðir og 12 dagar.

 

Yngsti fólkatingslimurin í dag er Jeppe Mikkelsen (RV). Hann er føddur 1. februar í 1991. Hann var 20 ár, seks mánaðir og 14 dagar, tá hann varð valdur á Fólkating 15. september í 2011.

 

Yngsti persónur, sum nakrantíð er valdur á fólkating, er Karina Sørensen úr Danska Fólkaflokkinum, sum varð vald á Fólkating á valinum 20. november í 2001. Tá var hon 19 ár, sjey mánaðir og 12 dagar.

 

Edmund Joensen er valdur á Fólkating tríggjar ferðir. Fyrstu ferð var í 1994. Men hann tók ikki sætið, tí hann var løgmaður. Johannes Martin Olsen røkti starvið fyri hann. Fólkatingsvalið í 1998 kom áðrenn Edmund Joensen fór frá sum løgmaður – og tað misti Sambandsflokkurin sætið. Edmund Joensen var valdur í Fólkatingið á valinum í 2007 og aftur í 2011.

 

Edmund Joensen varð fyrstu ferð valdur á ting í 1988. Hann er afturvaldur seks ferðir: Í 1990, í 1994, í 1998, í 2002, í 2004 og í 2008. Í 2011 stillaði hann ikki upp til løgtingið.