– Í løtuni liggja bert gitingar og leysar metingar til grund fyri ætlaðu yvirtøkuna av loftrúminum, sigur hann.
Flutningsmálaráðharrin, Henrik Dam Kristensen, fær nú fleiri spurningar um umsitingina av føroyskum loftrúmi.
– Spurningarnar hevur Sambandsflokkurin á Christiansborg sett, eftir at Løgtingið hevur samtykt eitt rættiliga ivasamt uppskot til samtyktar, sum í seinasta enda skal bera í sær yvirtøku av umsitingini av loftrúminum yvir Føroyar, sigur hann.
Flutningsmálaráðharrin verður m. a. biðin um at útvega upplýsingar um, hvussu mong flogfør flúgva í føroyskum loftrúmi, hvørji gjøld verða ásett, hvørjar inntøkur og útreiðslur eru tengdar at umsitingini, og hvussu mong arbeiðspláss eru knýtt at loftrúmsumsitingini.
– Sum er hevur Løgtingið tíverri tikið støðu út frá leysum metingum og gitingum frá Framsókn, ið er uppskotsstillari. Onki haldgott fíggjarligt grundarlag er at taka støðu út frá. Kortini leggur uppskotsstillarin til grund, at yvirtøkan fer at hava positivar fíggjarligar avleiðingar, ein umsetning á 50-100 mió. kr. árliga, og 50 upp til 100 nýggj vitanartung arbeiðspláss, sigur Edmund Joensen.
Hann heldur tað ikki vera nóg gott at taka stórar avgerðir uttan at týðandi fakta og fíggjarliga grundarlagið eru til staðar
– Talan er í veruleikanum um eitt víðfevnt mál, ið má viðgerast við varni og umhugsni, sigur hann.