Politikkur
Eftir reglunum hjá Norðurlandaráðnum eiga Føroyar tveir fastar limir í ráðnum, og hetta valskeiðið hevur Løgtingið valt Katrin Dahl Jacobsen úr Javnaðarflokkinum og Jenis av Rana úr Miðflokkinum sum fastar limir. Eykalimir teirra eru Andreas Petersen og Karsten Hansen.
Føroyskir og grønlendskir fólkatingslimir hava ofta verið eykalimir hjá donskum norðurlandaráðslimum, og í løtuni eru Høgni Hoydal og Sofia Rossen varalimir.
Men nú sita tríggir føroyingar sum fastir limir í Norðurlandaráðnum. Danski flokkurin Vinstri hevur gjørt av, at Edmund Joensen skal hava ein av teimum fýra sessunum í ráðnum, sum flokkurin hevur rætt til. Edmund Joensen ásannar, at støðan er eitt sindur óvanlig, men hann dugir ikki at síggja nakran trupulleika í, at hann sum føroyskur fólkatingsmaður umboðar Fólkatingið í Norðurlandaráðnum.
Tað er ikki altíð, at Føroyar og Danmark draga eina línu í norðurlendskum høpi, men tað heldur Edmund Joensen ikki vera nakran trupulleika:
-Skuldi tann støða íkomið, so kann eg lata mín varamann úr Vinstra taka sæti fyri meg, sigur hann.
Fund við Løkke
Í síðstu viku var Edmund Joensen á fundi við Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharra. Tað var forsætisráðharrin, sum hevði boðsent føroyska fólkatingsmanninum. Ørindi hansara vóru at tryggja sær stuðul frá sambandsmanninum, sum nú er 90. og tann avgerandi atkvøðan hjá stjórnini, eftir at Christian H. Hansen hevur tikið seg úr Danska Fólkaflokkinum.
Edmund Joensen sigur, at hann og forsætisráðharrin umrøddu ta nýggju parlamentarisku støðuna, men hann vil ikki útgreina, hvørji mál teir tosaðu um.
-Eg var í somu støðu, tá Anders Fogh Rasmussen skipaði hesa stjórnina. Vit hava eitt forstáilsi fyri, hvussu samstarv okkara er undir hesum umstøðum, sigur Edmund Joensen. Hann sigur, at hann hevur havt gott samstarv við Lars Løkke Rasmussen, og at hendan støðan er varðveitt og kanska betrað eftir fundin.