FÓLKATINGIÐ: Edmund Joensen ætlar sær at vera rættiliga aktivur í fólkatingsarbeiðinum. Hann varð valdur í fólkatingið á fólkatingsvalinum 13. november í fjør, men hann fór í farloyvi eftir at hava møtt á fyrsta fundinum, tí sum løgtingsformaður kann hann ikki hava annað starv.
- Eg hava boðað fólkatinginum frá, at eg tók við aftur sum fólkatingsmaður, tá løgtingið kom saman leygardagin, sigur Edmund Joensen, sum leygardagin aftur gjørdist fólkatingsmaður.
Edmund Joensen varð eisini valdur á fólkating í 1994. Men beint eftir valið, varð hann valdur til løgmann, og Johannes Marten Olsen røkti fólkatingsstarvið fram til valið í 1998, tá Sambandsflokkurin misti sæti á fólkatingi.
Edmund Joensen er formaður í Føroyanevndini hjá Fólkatinginum, og hann er eisini limur í Uttanríkisnevndini.
- Tí fari eg at hava nógv at gera í fólkatingsarbeiðinum – serliga í hesum nevndum, sigur Edmund Joensen. Hann sigur, at uttanríkisnevndini hevur sera nógv samskiftið við stjórnina í uttanríkismálum, og hon ferðast nógv til tey lond, sum stjórnin samskifti við.
Edmund Joensen nú meinigur tingmaður fyri Sambandsflokkin. Hann ætlar kortini at hava farloyvi í løgtinginum, tørvur er á tí í samabandi við fólkatingsstarvið