Edmund Joensen: Fólk eru bangin fyri avleiðingunum

Edmund Joensen, formaður í Sambandsflokkinum, er sjálvsagt sera fegin um, at hansara flokkur sambært veljarakanningini hevur havt eina stóra framgongd, og hann gevur fullveldismálinum æruna meginpartin av æruni fyri tað. ? Fólk eru bangin fyri búskaparligu avleiðingunum og tí leita tey aftur til Sambandsflokkin, sigur hann

Er tað ein, sum kennir túrin niðureftir á veljarahitlistanum, so má tað vera formaðurin í Sambandsflokkinum. Hann kom framat løgmanssessinum og sat har í fýra harðbalin ár. Uttan iva tey árini tá harðast leikaði á í føroyska búskapinum. Samstundis var hetta tíðarskeiðið merkt av nógvum ymsum kreppum og tá Edmund takkaði fyri seg og skrivaði út nýval, fekk hann ein dyggan frammaná frá veljarunum.

Veljararnir rýmdu, hann misti leiðsluna í samgonuni og mátti í andstøðu.

Nú sær eftir øllum at døma út til, at tað aftur fer at bragda hjá Sambandsflokkinum. Veljarakanningin vísir, at var val í dag, so fekk flokkurin eina framgongd upp á knøpp fýra prosent og tað er nakað, sum hitar hjarta hjá sambandsformanninum.

- Tað sigur seg sjálvt. Eg eri serstakliga fegin um tann partin av veljarakanningini, men skal eg siga sum er, so væntaði eg eisini, at ein stórur partur av veljarunum fór at koma afturíaftur, sigur Edmund.


Búskaparligur ótti

Orsøkina til framgongdina hjá Sambandsflokkinum sigur Edmund Joensen vera, at veljararnir eru óttafullir.

- Samgongan arbeiðir við eini ætlan, sum fer at ávirka føroyska búskapin og tað er ikki nakað, sum hóvar føroyinginum. Honum dámar ikki, at okkara búskapur verður kroystur óneyðuga nógv av ríkisrættarligum broytingum, og tí koma teir spakuliga aftur til Sambandsflokkin, sigur Edmund Joensen.

Men kortini vísir veljarakanningin, at tað eru fleiri fyri fullveldinum og hon vísir eisini, at fýra út av hvørjum tíggju eisini vilja taka búskaparligu avleiðingarnar av fullveldinum. Hvat sigur tú til tað?

- Tað sigur mær bara, at tey, sum atkvøða fyri fullveldinum vilja bera kostnaðin av tí, sigur Edmund.

Annars heldur Edmund eina aðra orsøk til framgongdina hjá Sambandsflokkinum vera, at teir ? saman við Javnaðarflokkinum ? hava givið samgonguni ábendingar um, at tað ber til at finna eina semju í andstøðuni.

- Vit hava sent tekin um, at vit vilja arbeiða fyri eini loysn, sum ikki er so víðgongd, sum tann hjá samgonguni, og tað er uttan iva nakað, sum eisini fær veljaran til at geva Sambandsflokkinum sína atkvøðu, sigur Edmund Joensen.


Andstøðupolitikkurin hjálpir til

Tað er eingin loyna, at Sambandsflokkurin seinasta hálva árið hevur verið rættuliga aktivur í andstøðuni. Kanska ikki júst á fullveldisøkinum í sama mun, sum hinir flokkarnir, men meira á øðrum økjum. Ymisk uppskot um størri veitingar til pensjónistar hava verið á lofti, og hóast flestu teirra eru fallin, so hava uppskotini verið frammi. Heldur Edmund, at hetta hevur givið størri undirtøku millum veljararnar?

- Tað er møguligt, men tað er ikki høvuðsorsøkin. Eg ivist onga løtu í, at fullveldismálið er tað, sum upptekur fólk flest og tí er tað eisini tað, sum hendir á tí økinum, sum hevur størstu ávirkanina, sigur Edmund Joensen.

Kortini er hann ikki bangin fyri at viðganga, at ein aktivur andstøðupolitikkur eisini hevur sína ávirkan. Eisini sjálvt um uppskotini ikki vinna frama.

Sjálv støðan í fullveldismálinum har umleið líka nógv eru fyri og í móti, heldur Edmund ikki vera so løgna.

- Soleiðis er tað ofta í so stórum málum. Tá fara veljararnir í tveir líka stórar bólkar og so verður arbeitt út frá tí, tá samráðingarúrslitið fyriliggur.

- Hvussu tað endaliga úrslitið fer at síggja út, við býtinum fyri og ímóti, er sjálvandi knýtt at samráðingartíðini, úrslitinum og tí kunningarvirksemi, sum verður gjørt áðrenn og aftaná, at samráðringarnar eru lidnar, og har hava m. a. fjølmiðlarnir eisini eina ábyrgd, sigur Edmund


Vónbrotin av Eysturoynni

Tað, sum kortini hevur tikið Edmund Joensen eitt sindur av bóli er, at hansara valdømi, sambært veljarakanningini, hevur ta størstu undirtøkuna fyri fullveldismálinum.

- Hasum trúgvi eg heilt einfalt ikki, sigur Edmund púra avgjørdur.

- Eg kenni Eysturoynna og veit, at tað eru ikki farnar so stórar flytingar fram í oynni. Tað eri eg fullvísur í, so tað má vera ein veikleiki við hesari veljarakanningini, sigur Edmund Joensen.

Hann leggur afturat, at býti í Suðurstreymoy eisini gongur øvugt, at tí, sum vanliga verður hildið at vera vanligt, men smílandi leggur hann afturat, at tað kann vera tí, at fólk í Suðurstreymoy eru komin á »rætta leið«.

- Men so er tað soleiðis, at tað er skeivt roknað fyri Eysturoynna, men rætt fyri Suðurstreym, leggur hann flennandi afturat.

Og tað kann vera nakað um tað, sum Edmund sigur, tí hóast Sambandsflokkurin hevur sera gott tak á eysturoyingum og m. a. eigur tveir tingmenn í oynni, so siga 60 prosent, sambært veljarakanningini, at tey taka undir við fullveldisuppskotinum hjá samgonguni.


Aldursbýtið torført at tosa um

Ein niðurstøða, sum kann gerast burturúr veljarakanningini er, at tað eru tey yngru og so tey heilt gomlu, sum serliga taka undir við samgonuætlanini.

Í aldursbólkunum frá 18 til 54 ár og tey, sum eru eldri enn 78 ár, eru fleiri, sum siga seg taka undir við fullveldisætlan landsstýrisins, meðan bólkarnir frá 54 til 78 hava meiriluta ímóti, hvør er frágreiðingin til tað?

- Hatta er trupult at siga nakað um. Kanska er niðurstøðan, at tað serliga eru tey tilkomnu, sum velja Sambandsflokkin, meðan Tjóðveldisflokkurin hevur gott tak á teimum yngstu veljarunum. Tað er ikki óhugsandi at tað er so, og eg haldi at góða úrslitið hjá Tjóðveldisflokkinum við seinasta val eisini gav ábendingar um tað.

- Vit mugu nokk staðfesta, at tað er hend ein polarisering í Føroyum á hasum økinum, har tey ungu velja Tjóðvaldisflokkin serliga, sigur Edmund, sum kortini leggur dent á, at hann er stak væl nøgdur við forsøgnirnar fyri hansara flokk.

- Tað vísir, at vit eru á rættari leið, og tí fara vit at halda á í sama spori, sigur Edmund at enda.