Edmund Joensen: »Danmark« er eisini »Føroyar«

Sambært Edmundi Joensen, fyrrverandi fólkatingsmanni, so er tað eingin trupulleiki fyri føroyingar, at Danski Fólkaflokkurin nú vil hava, at bara tey, sum hava búð sjey tey seinastu árini í Danmark skulu fáa lestrarstuðul.

 

Hann heldur, at Sjúrður Skaale bara roynir at vinna sær nøkur bílig poeng. Tí sambært Edmundi Joensen, so fevnir tað eisini um føroyingar í Føroyum, tá tað á donskum lógarmáli verður sagt, at fólk skulu hava búð í »Danmark«.

 

– Føroyingar eru ikki útlendingar í hesum samanheingi. Tað vanliga er, at »Danmark« í tílíkum førum verður tulkað sum eisini at fevna um Føroyar og Grønland, tí at vit eru ríkisborgarar, skrivar Edmund Joensen í viðmerking á in.fo.

 

Hann sigur, at Danski Fólkaflokkurin telist ímillum teir flokkar á Fólkatingi, sum taka væl undir við ríkisfelagsskapinum.

 

– Tað, sum fólkatingsmaðurin vil er at forskrekkja fólk í Føroyum fyri síðani at promovera seg sjálvan sum tann stóra bjargingarmannin, ið hevur tryggjað føroyingum SU, sigur Edmund Joensen, sum eisini veit at siga, at soleiðis skorar man sær sum politikari bílig poeng.