Í morgin verður tónleikatiltakið "við Brúnna".
Edmund Joensen heldur røðu við Brúnna kl. 23.
Í fjør helt Thordis Dahl, forkvinna í mentanarnevndina hjá Sunda
Kommunu, røðu við Brúnna. Í ár verður tað Edmund Joensen, sum
fer at siga nøkur orð við Brúnna. Hetta verður á
stóra pallinum kl. 23 leygarkvøldið
.
Mariann Hansen av Norðskála verður frásøgufólk á pallinum í
samband við tiltakið. Uppgávan hjá henni verður m.a. at binda
framførslurnar saman og at presentera bólkar og einstaklingar, sum
fara á pall.