Fyri fyrstu ferð er ein føroyingur vorðin formaður í einari nevnd hjá danska fólkatinginum Nú nevndarsessirnir eru býttir út í nýggju donsku stjórnini, hevur ein føroyskur fólkatingslimur fyri fyrstu ferð fingið heiðurin at gerast formaður fyri einari danskari fólkatingsnevnd.
Tað er Edmund Joensen, sum er valdur til formann fyri Føroyanevndini hjá fólkatinginum, og hann fer til verka beinanvegin. Tað eru nevniliga longu trý mál fráboðað at koma fyri nevndina, eitt sum viðvíkur útlendingalógini, eitt um landgrunnsmarkið og eitt revsilógarmál.
Edmund Joensen er annars eisini vorðin limur í Uttanríkispolitisku nevndini, Politisk Økonomisk Udvalg og í nýggju nevndini fyri Energi og Klima.
Edmund Joensen sigur, at hann kennir tað sum eina viðurkenning av tí góða samstarvi við Vinstra og við stjórnina, at hann hevur fingið formanssessin í Føroyanevndini.
Og so er tað eisini ein viðurkening av týdninginum, sum avgerandi atkvøðan hevur fyri stjórnina, sigur Edmund Joensen










