LØGTINGIÐ
Ein nýggjur maður er fluttur inn á Løgtingsskrivstovuna. Tað er nýggi tingformaðurin, Edmund Joensen. Hansara politiska yrkisleið fekk ein nýggjan kapittul 15. mai, tá hann varð valdur til formann fyri Føroya løgting.
Fyrrverandi løgmaðurin og fyrrverandi formaður Sambandsfloksins hevur nú fingið kontór í hølunum, har Dimmalætting einaferð húsaðist í Erling Jalsgøtu, á Løgtingsskrivstovuni.
Millum teir mongu gomlu bøkurnar við søgum úr bæði Ríkisdegnum, Fólkatinginum og Løgtinginum finna vit hurðina til kontórið hjá Edmundi Joensen.
Hann letur væl at nýggja starvinum, hóast hann ikki hevur verið í tí langa tíð, og hann hevur kanska heldur ikki fingið roynt seg so væl.
??Hetta arbeiði hevur mín stóra áhugi, og eg ætli at røkja hetta starvið sum eitt fulltíðarstarv. Eg havi altíð havt áhuga fyri hesum slag av parlamentariskum arbeiði, og eg havi eisini gjørt mær nakrar royndir, ið eg kann gera mær dælt av, segði Edmund Joensen dagin eftir, hann varð valdur sum løgtingsformaður.
Uppgávur
Edmund Joensen hevur nógvar uppgávur at síggja til sum løgtingsformaður. Hann skal leiða tingfundirnar og skipa arbeiðið hjá tinginum.
?Eg leggi stóran dent á at arbeiða fyri alt tingið og ikki bert fyri ein part. sigur Edmund Joensen.
Tað er nógv at fyriskipa í sambandi við tingfundirnar. Men tað er eisini annað, ið løgtingsformaður skal syrgja fyri.
?Tað er nógv arbeiði í sambandi við umboðan. Vit hava samband við fleiri útlendsk ting, og eg skal í fleiri førum umboða løgtingið og halda sambondini við líka, sigur Edmund Joensen.
Løgtingið hevur 150 ára føðingardag á ólavsøku, og hetta skal eisini haldast við. Útlendskir gestir koma, og hátíðarhaldið fer mestur at halda fram í fleiri dagar. Eisini er ætlanin, at okkurt skal gevast út í sambandi við dagin.
Tað hevur verið nýggja siðvenja, at løgtingsformanssessurin verður tikin av einum løgtingslimi á veg út úr tinginum. Edmund Joense sigur seg als ikki hava hugsað um, hvat hann fer at gera um fýra ár, tá val verður aftur væntandi.










