Edmund er genialur

Í mínum eygum veksur Edmund Joensen, politikari fyri hvønn dag sum legst aftur at lívsleiðini.

Hann er ein gandakallur, sum kann tað, ið hinir bara snakka um og trekkja løn fyri

Hygg bara eftir vallógini. Alla mína tíð hevur verið keglast um Føroyar sum eitt valdømi. So kemur Edmund sum løgtingsformaður av sínum eintøkum, og smíðar eitt lógaruppskot og uttan nakað drál eru Føroyar eitt valdømi.

 

Hinir politikararnir standa bara spyrjandi og skilja púra einki.

 

Nú hevur hann fingið orð frá einum ES kommiseri fyri, at vit kunnu gerast partur av ES samveldinum, hvat vit forrestin longu eru sum danskir statsborgarar, uttan at missa ræði á fiskivinnupolitikkinum. Eg, sum føroyingur eri ES borgari tá tað passar mær og havi reytt ES pass.

 

Ræðið á fiskivinnuni var tað sum fekk okkum at siga nei í 1972 og síðan er einki hent. Her hevur verið deyðatøgn.

 

Ongin politikari á tingi í dag sat á tingi í 1972. Allir eru komnir seinni. Ein avgerð hjá føroyska fólkinum í 1972 hevur niðurbundið føroyingar fram til dagin í dag at halda kjaft og ikki hava eina meining um ES. Verandi politikkarar halda á lívi eina avgerð sum var tikin, áðrenn teir fingu politiska ávirkan.

Eg var bara 15 ára gamal í 1972, í dag eri eg 51 ár og hárið er farið at grána og í øll hesi ár hevur tað verið tabu í Føroyum at tjakast um fyrimunir og vansar við ES. Á hesum økinum hevur verið sum í grøvini. Alt hevur verið niðurbundið í, at ES limaskapur er treytaður av at útlendsk skip fara at tøma okkara grunnar, sum um vit ikki duga tað eins væl sjálvir. Alt mítt vaksna lív hevur tað verið alment góðkent, at ES verður ikki tosað um.

 

Eg eri ikki organiseraður politiskt og Sambandsflokkurin hevur so eviga rætt. Lat okkum fáa eitt opið kjak um ES, soleiðis, at eg kann gera mær metingar av hvørjir fyrimunir eru av einum limaskapi og hvørjir vansar eru.

Tað kann ikki verða rætt, at ættarliðið í 1972 skal í allar ævir hava parkerað eitt sakligt orðaskifti um okkara risagranna fyri sunnan. Ein rættuliga stórur partur av hesum ættarliðið liggur undir grønu torvu í dag.

Vit eru føroyingar í 2008 og ikki í sovnað leivd av 1972.

 

Kanska eitt sakligt ES orðaskiftið fer at gloppa fyri kunnleika.

Kanska gerast forkryplaðu fíggjarviðurskiftini hjá føroyingum, sum fáast við mentan, munandi betri í einum ES limaskapi.

Kanska gerast møguleikarnir hjá okkara ungdómi munandi betri

Kanska við limaskapur geva eitt gipp í okkara útbúgvingarmøguleikar.

Kanska fer ein limaskapur at føra við sær, at okkara fyrsta fremmandamál gerst enskt og vit gerast lættari partur av alheimsgerðini..

Kanska fer ein limaskapur at slóðað fyri øðrum vinnum, soleiðis at vit gerast minni bundin at fiskivinnuni

Kanska fáa vit eitt heilt annað frælsi í stóra felagsskapinum fyri sunnan.

 

Tað er hent nógv seinastu 36 árini í heiminum, meðan tøgn hevur verið í Føroyum um ES, Kanska skulu umhugsa støðuna aftur.

 

Eg veit ikki um vit skulu upp í ES. Eitt opið og sakligt kjak fer at hjálpa mær og øllum føroyingum at taka eina greiða støðu til hetta mál.

 

Í dag hanga við føst í 1972. Ongin føroyingur og allarminst politikararnir hava í dag neyðuga kunnleikan til at siga um vit skulu vera innanfyri ella uttanfyri ES. Tí mugu vit fáa eitt tjak um hetta tabu. Og hvørjir eru vit, demokratiskt sinnaður føroyingar, sum ræðast eitt kjak?

 

Sambandsmenn, konservativir av lyndi, vísa nýhugsan her. Lat okkum lurta.

 

Takk Edmund fyri at tú breyt tøgnina enn einaferð.