Tað er nú greitt, at Edmund Joensen, fólkatingsmaður fyri Sambandsflokkin, fer at stilla upp aftur, nú fólkatingsval verður seinni í ár.
Edmund Joensen er 70 ára gamalur og hann sigur, at hann hevur umhugsað støðuna leingi um hann ikki átti at mynstra av, ella um hann skuldi bjóða seg fram eina ferð afturat.
Men hann er komin til ta niðurstøðu, at hann er sinnaður at stilla upp aftur. Hinvegin staðfestir hann samstundis, at hetta verður seinastu ferð, hann stillar upp.
- Eg havi gjørt av at bjóða meg fram at taka eitt seinasta tørn fyri Føroyar á Christiansborg, boðaði hann landsfundinum hjá Sambandsflokkinum frá beint nú.
Hann heldur, at tað er umráðandi at Sambandsflokkurin hevur sess á fólkatingi sum mótvekt til loysingarflokkarnar, sum hava eina aðra dagsskrá, sum hann heldur, ikki gagnar Føroya landi.