Heimleys og fyrrverandi heimleys sýna í næstum leik í Keypmannahavn.
Leikurin ”Heim svára heim”, ella ” Hjem svære hjem”, hevur 12 leikarar, ið spæla sjónleik fyri fyrstu ferð.
Leikararnir eru heimleysir, ella fyrrverandi heimleysir, og á donskum greiða tey frá egnum upplivingum og verður hetta gjørt við rap-tónleiki.
Søgur, løgnir jólasangir, yrking og skemt eru á skránni í leikinum. C:NTACT stendur fyri ætlanini, og persónarnir hava uttan himpr játtað at vera við og siga góðu og ektaðu søgurnar.
14 sýningar eru á skránni í desember og leikt verður á Edison Teater á Edisonvej 10, Frederiksberg. Sýningarnar eru ókeypis.
Mett verður, at aldursmarkið er frá 7. flokki og uppeftir. Edison leikhúsið er kent fyri at hava vítt til veggja og høgt til loftið, og sterkar og djúpar myndir verða settar á pall, men eisini er skemt og hugni á skránni.
Yrkisfólk standa aftanfyri ætlanina, og góð fólk stuðla eisini hesum verkinum, ið er stuðlað av Bikuben Grunninum.
Frumframførsla er 5. desember kl. 16.00
8. des kl. 10.00 og 12.00
9. des kl. 10.00 og 12.00
10. des kl. 19.00
12. des kl. 15.00
13.des kl. 15.00 og 17.00
14. des kl. 10.00 og 12.00
16. des kl. 10.00 og 12.00
17. des kl. 19.00
Á palli eru: Cathrine, Edmund, Emilie, Erik, Jamal, Josefine, Orla, Steen og Susana
Á myndini sæst hoyvíkingurin Edmund Sofus Jacobsen, sum hevur roynt lívið sum heimleysur í Keypmannahavn, og sum hevur verið í bæði donskum og føroyskum sjónvarpssendingum hesum viðvíkjandi.