Edmilson liðugur

Brasiliski miðvallarin Edmilson hevur fingið boð um, at hann ikki kann taka lut í HM-endaspælinum. 29 ára gamli spælarin fekk ein knæskaða undir venjing mánadagin, og hesin hevur víst seg somikið álvarsligur, at tað er ikki hugsingur um at spæla í Týsklandi. Ístaðin fyri Edmilson er Sao Paulo spælarin Mineiro tikin í hópin.