Edith er úr Klaksvík og elst av átta systkjum. Foreldrini vóru Ella, sum var ættað úr Elduvík, og Jógvan Højbro, sum var ættaður úr Norðurstovu í Gerðum í Klaksvík. Tey búsettust á Heygum, og børnini hjá teimum vóru Edith, Karla, Hansy, Sanna, Hansina, Jastrid, Alexandrina og Bjarti. Alexandrina doyði fyri nøkrum árum síðani. Edith, Hansy, Hansina, Jastrid og Bjarti búgva í Klaksvík, Karla býr á Norðskála, og Sanna býr í Miðvági.
Edith hevur alla sína tíð fingist við handil og tænastuvirksemi. Sum blaðung arbeiddi hon í handlinum hjá Kal og á vaskarínum. Í 1948 fór pápin at handla. Fyrstu fýra árini var tað í kjallaranum í húsunum, sum eru á norðara horninum á Oyravegnum og Kráargøtu. So flutti handilin oman í bygningin, sum Jógvan Højbro hevði bygt upp í sunnara enda á sethúsunum á Heygum. Handilin fekk navnið Heygabúðin, og hann er víðkaður fleiri ferðir tey meiri enn hálvt hundrað árini, sum hann hevur verið til.
Døtrarnar hjá Ellu og Jógvani Højbro vóru í longri og styttri skiftum í handlinum, og Edith, sum hevur verið ógvuliga arbeiðssom, hevur alla tíðina verið knýtt at Heygabúðini. Tá ið pápin legði frá sær, vóru tað hon og beiggin, sum høvdu ábyrgdina av gerandisdegnum, meðan mamman arbeiddi aftanfyri kulissurnar við døgurðamati og øðrum. Nú hevur Bjarti í mong ár verið stjóri. Sonur Edith arbeiðir í Heygabúðini, og Edith og maðurin hava framvegis sín leiklut. Tað eru tey, sum syrgja fyri eitt nú rullupylsunum, kjøtpylsunum og góða fiskafarsinum.
Edith giftist í 1956 við Símun Paula Reines úr Fuglafirði. Tey fingu í 1958 Poul, men longu í 1960 druknaði Símun Pauli, tá ið hann og Edith og onnur í familjuni ein vakran summardag vóru útferð á Blankaskála.
Í 1980 giftist Edith uppaftur við Fredag Kambsenni, sum var einkjumaður, og sum er ættaður úr Fuglafirði. Tey bæði hava øll árini búð á Heygum.
Hóast hon hevur verið nógv í Heygabúðini, so hava stundir eisini verið til annað hjá Edith. Eitt nú var hon í mong ár í nevndini og kassameistari í eldrafelagnum Hugni, og so vitja hon og Fredag familjuna kring landið og eisini uttanlands.