Edith og Allan reka Torgið í Vági

- Vit eru ógvuliga spent upp á hesa avbjóðing, siga Edith Maria Samuelsen og Allan Enghamar í Vági.

Tað er unga parið, Edith Maria Samuelsen og Allan Enghamar, sum nú reka handilsmiðstøðina Torgið í Vági, sum hevur stóran matvøruhandil, kiosk og ølsølu í niðaru hæddini, og stóran búnýtis-og klædnahandil í erva.

 

Allan, sum hevur røtur í Suðuroy, er uppvaksin í Havn, meðan Edith er uppvaksin í Vági. Pápi Edith er úr Vági, og mamman er íslendsk. Nú tey saman við øðrum hava keypt Torgið, hava tey eisini búsett seg í Vági.

 

Tað er eitt holdingfelag, sum í dag eigur handilsmiðstøðina, og yvirtøkudagurin var 15. juni - ella dagin eftir, at Torgið hevði átta ár á baki. Edith Maria Samuelsen og Allan Enghamar eru bæði stjórar í fyritøkuni.

 

Edith og Allan hava útbúgving innan handilsvinnuna, og í stívliga trý ár arbeiddi Edith í handilsmiðstøðini. Seinastu árini hava tey bæði búð í Havn, og nú tey fluttu suður, var tað fyri at reka Torgið í Vági.

 

- Vit eru ógvuliga spent upp á hesa avbjóðing, og vit trúgva, at raksturin framhaldandi fer at hanga saman, tí fyrrverandi eigararnir hava gjørt eitt so megnar arbeiðið.

 

Edith Maria Samuelsen og Allan Enghamar vísa á, at tey fara ongar kollveltandi broytingar at gera í Torginum, men tey fara sjálvandi á ymiskan hátt at seta síni fingramerki á fyritøkuna.

 

- Handilsmiðstøðin í Vági hevur viðskiftafólk kring um í Suðuroy, og tey eru mong, ið vitja í Suðuroy, sum eisini støkka inn á gólvið í Torginum, sigur unga parið, sum hevur tilsamans 18 fólk á lønarlista.