Edith Mørkøre í Ribarhúsi

Í døgunum frá 5. til 25. mars hevur Edith Mørkøre listaframsýning í Ribarhús í Fuglafirði.

Við á framsýningini í Ribarhúsi verða hennara nýggjastu akrylmálningar. Framsýningina hevur hon valt at geva heitið “Árstíðir í lívinum” og íblásturin til málningarnar hevur hon út frá viðurskiftum, sum rørast í tí dagliga lívinum og hendingum sum hon ella onnur rundan um hana koma út fyri.


Edith Mørkøre er fødd í 1979, er ættað av Argjum, gift við Kristoffur Mørkøre úr Klaksvík og er búsitandi Inni á gøtu í Hoyvík. Edith hevur málað, síðan hon var tannáringur og hevur gingið á Háskúla í Rønde í Danmark, har hon tók sergrein í list. Hon hevur eina heimasíðu, har hon vísir sína list fram www.edithart.com, tó verða málningarnir til framsýningini í Ribarhús, ikki at síggja á heimasíðuni, fyrr enn eftir 25.mars.


Hósdagin 5. mars kl 17 verður fernerisering. Opið verður soleiðis: Hósdagin 5. mars kl 17-20, fríggjadagin 6. mars kl 13-18, leygardagin 7. mars kl 11-18, og sunnudagin 8. mars kl 14-20. Síðani er framsýningin opin somu tíðir sum Piddasahandil fram til 25. mars