Í samband við Faroexpo og Mentanarvikuna í Runavík er listaframsýning við Edith Mørkøre í Býráðssalinum.
Framsýningin hevur heitið ?Sinnið sum náttúran?. Við á framsýningini eru 26 listaverk. Íblásturin hevur hon út frá viðurskiftum, ið rørast í tí dagliga lívinum, og hendingum sum hon ella onnur rundan um hana koma út fyri. Náttúran og vøkstur eru eisini við til at geva Edith íblástur fyri tíðina, og hon heldur at sinnið og náttúran hava nógv til felags og renna saman í eina størri eind.
Framsýningin er í Býráðssalinum, sum er á 2.hædd í húsinum har sum Kunningarstovan eisini heldur til á Heiðavegi 26. Framsýningin er opin um vikuskiftið: fríggjadagin frá kl 10-20, leygardagin frá kl. 11-19 og sunnudagin frá kl 15-18.