Edin Hazard til enskan fótbólt

Edin Hazard hevur tikið eina avgerð um hvørjum felagið hann fer at spæla við í framtíðini. 21-ára gamli bóltsnillingurin úr Belgia segði umvegis sína Twitter síðu, at hann í næstum skiftir frá franska Lille til Chelsea.

 

Tað hevur verið ein longri framhaldssøga í bretsku miðlinum um hvar Edin Hazard spælir komandi ár. Ársins leikari í fronskum fótbolti hevur langt síðani gjørt greitt, at leiðin gongur til Bretland og ensku Premier League. Feløg sum Manchester United, Manchester City, Arsenal, Tottenham, Liverpool og Chelsea hava øll verið sett í samband við hann.

 

Seinastu tíðina hevur valið staðið millum Manchester feløgini og Champions League vinnaran, Chelsea. Í kvøld vátti Edin Hazard so hvar framtíðin hjá honum liggur.

 

- Eg havi tikið eina avgerð. Eg skifti til Champions League vinnaran, skrivaði Edin Hazard á Twitter síðuna hjá sær fyrr í dag.

 

Hvørki franska felagið hjá honum, Lille, ella Chelsea hava givið ljóð frá sær um skiftið, ið Dailymail metur liggur um 300 milliónir krónur. Tað verður somuleiðis mett, at hann skrivar undir ein fimm ára sáttmála, ið tryggjar honum áleið eina millión krónur um vikuna eftir skatt.