Edin Dzeko smurdi Tottenham av

Manchester City vann fyri løtu síðan heili 5-1 á Tottenham. Edin Dzeko skoraði ikki færri enn fýra mál fyri gestirnar úr Manchester City, sum tykjast verða eins væl fyri og grannarnir, sum skulu í dyst móti Arsenal um eina løtu.

 

Tvey tey seinastu árini hava Tottenham og Manchester City kempa um fjórða og seinasta Champions League plássið. Meðan Tottenham stendur í stað, so tekur Manchester City seg fram í hvørjum flytingarvindeyga.

 

Í dag brustu liðini saman á White Hart Lane í London og munurin var stórur. Manchester City vann stórt og hevur framvegis fult stigatal, meðan Tottenham einki hevur. Fyri hálvleik hevði Edin Dzeko lagt Manchester City á odda við tveimum málinum.

 

Í seinna hálvleiki økti Edin Dzeko til 3-0 áðrenn Sergio Aguero gjørdi tað til 4-0. Younes Kaboul minkaði um munin, áðrenn Edin Dzeka á fjórða sinni í dystinum skoraði til endaliga úrslitið 5-1!

 

Í norðuronglandi vann Newcastle 2-1 á Fulham. Leon Best skoraði bæði málini fyri Newcastle, meðan amerikumaðurin, Clint Dempsey.

 

Premier League:

 

Tottenham – Manchester City 1-5

0-1 Edin Dzeko, 34

0-2 Edin Dzeko, 41

0-3 Edin Dzeko, 55

0-4 Sergio Aguero, 60

1-4 Younes Kaboul, 68

1-5 Edin Dzeko, 90

 

Newcastle – Fulham 2-1

1-0 Leon Best, 48

2-0 Leon Best, 66

2-1 Clint Dempsey, 88