Majbritt Mohr,
Forkvinna í Almanna- og heilsurøktarafelagnum
Nærverkið skipaði herfyri fyri stórari ráðstevnu við heitinum, Framtíðar eldrarøkt. Heitið á ráðstevnuni var heldur misvísandi, tí fyrilestrarnir, ið vórðu hildnir, bóru als ikki á brá av, at eldri fólki fyrst og fremst tørvar røkt. Heldur áttu vit heilsustarvsfólk at hugsað um, hvussu vit stimbra allar sansir teirra eldru og lata tey vera virkin og sjálvbjargin sum longst. Eden Alternative verður hesin arbeiðaháttur nevndur nú.
Standa føst í føstum mannagongdum
Heilsustarvsfólk vilja ofta vera hjálpsom, tá ið eldri koma á ellisheim ella onnur tílík støð at búgva. Til dømis leggja vit teimum matin upp á borðiskin og skeinkja teimum drekka. Vit vaska klæðini og kamarið hjá teimum og so framvegis. Men øll henda hjálpin verður ikki bert veitt, tí vit fegin vilja vera hjálpsom. Serliga á størru ellisheimunum eru fleiri fastar mannagongdir; tildømis tríggjar máltíðir, ið mugu vera etnar, tá ið tær verða settar á borðið. Harumframt er ergoterapi, ið eins og føstu mátíðirnar ger, at búfólkini mugu vera har ta løtuna, ið hetta fer fram. Geva vit okkum stundir at lata búfólkini gera sum mest sjálv, tekur tað longri tíð, til tey eru klár. Tá náa tey ikki at vera við í føstu mannagongdunum. Flestu heilsustarvsfólk hava 4–6 fólk, ið tey skulu fáa á føtur hvønn dag. Tá er ikki torført at ímynda sær, at tað er nógv skjótari, at vit sjálv gera alt tað praktiska arbeiðið, umframt at vit hjálpa meira enn gott er at fáa tey upp, vaskað og latin í klæði.
Áðrenn eldri fólk sleppa á ellisheim ella sambýli at búgva, hava nógv teirra havt heimahjálp í fleiri ár. Og longu har byrjar óvirknið. Fyrrapart á degi skulu heilsustarvsfólkini inn í ógvuliga mong heim at stuðla fólki við øllum tí, ið hoyrir til tað at koma fram úr seingini. Á middegi skulu tey vitja fleiri fólk og hjálpa teimum at gera døgurðan kláran, og síðan er reingerð á skránni. Flestu fólk vita, at tað er nógv skjótari, at heilsustarvsfólkið ger alt sjálvt, heldur enn at tað stuðlar brúkaranum soleiðis, at hann kann vera so sjálvbjargin sum gjørligt og sum longst.
Ov sperd til spontanitet
Ætlar Nærverkið av álvara, at øll ellisheim skulu vera sum vanlig heim; t.e. at búfólkið á ellisheiminum skal vera við í øllum gerandisarbeiðinum, er týdningarmikið, at tey eldru eru von at vera so sjálvbjargin, sum heilsan loyvir tí, tá ið tey koma á heimið at búgva. Hetta gerst bert, um starvsfólkini í heimarøktini kunnu veita stuðul til persónligt reinføri og alt gerandisarbeiði heima, heldur enn at gera alt arbeiðið fyri brúkaran. Til tess at røkka hesum endamáli krevst útbúgvið heilsustarvsfólk at arbeiða í heimarøktini. Somuleiðis mugu heilsustarvsfólkini hava færri brúkarar at vitja, enn tey hava í dag. Normeringarnar á ellisheimunum mugu hækka, soleiðis at heilsustarvsfólkunum ikki nýtist at brúka alla sína tíð til at røkta tey óhjálpnu. Heldur skulu tey kunna brúka stóran part av síni tíð at gera umstøðurnar hjá búfólkunum so góðar sum gjørligt, so at hesi kunnu vera virkin. Heilsustarvsfólk hava nettupp lært um, hvussu tey kunnu fyribyrgja, at gomul gerast ov óhjálpin.
Eden Alternative er ein háttur at arbeiða. Hesin háttur krevur millum annað samveru og spontanitet, og at tú brúkar løturnar, júst tá ið tær stinga seg upp. Hóast hesin arbeiðsháttur fram um alt krevur hugburðarbroyting bæði í leiðslu og millum starvsfólk, so slepst ikki uttanum, at tað er torført at vera spontanur, um tú fyrst skalt vaska tveimum seingjarløgstum, og síðan noyðist at geva teimum at eta og drekka fleiri ferðir um dagin. Harumframt eru kanska tvey búfólk, ið hóast tey eru hampuliga væl fyri likamliga, eru so minnisveik, at tey eru hjálparleys at kalla.
Vantandi virðing?
Eg haldi, at fleiri perlur, sum komu undan kavi á ráðstevnuni hjá Nærverkinum, ikki síggjast aftur á arbeiðsplássunum. Á ráðstevnuni varð dentur lagdur á, at leiðslurnar eiga at vera fyrimynd fyri, hvussu starvsfólkið eigur at arbeiða. Til dømis varð sagt, at vilja leiðslurnar, at starvsfólkini skulu virða búfólkini, mugu leiðslurnar virða starvsfólkini. Gevur leiðslan starvsfólkunum umsorgan og ábyrgd, geva starvsfólkini hetta víðari til búfólkini. Vónandi skiltu leiðslurnar júst henda boðskapin.
Skal arbeiðið sum heilsustarvsfólk gerast lokkandi, krevst, at politikarar viðurkenna, at tað at arbeiða við fólki er eitt ógvuliga týdningarmikið starv. Í løtuni eru alt ov fá, ið vilja vera heilsustarvsfólk. Starvið er illa lønt, og tað krevur, at tú skalt arbeiða dag, kvøld og nátt. Somuleiðis mást tú arbeiða um vikuskiftini og halgidagar, tá ið flest onnur hava frí. Umframt at vera likamliga tungt, er arbeiðið aloftast eisini sálarliga slítandi; ikki minst, tí at tú alt ov ofta følir, at tú ikki kanst geva tær nóg góðar stundir at vera um tann, ið tú skalt stuðla. Skal samfelagið kunna bjóða gomlum fólki á ellisheimum eina góða tænastu, sum millum annað hevur við sær, at búfólkið fær stimbrað sínar sansir og verið so virkið sum gjørligt, er týdningarmikið, at nóg nógv vælútbúgvin starvsfólk eru. Fyri at fáa fólk at útbúgva seg og síðan at koma at starvast á eldraøkinum, er týdningarmikið at starvið verður virðismett í samfelagnum. Við góðum umstøðum og góðari tíð er tað nevniliga ótrúliga gevandi at vera heilsustarvfólk.
Uppskot og átøk uttanlands
Politikararnir kunnu gera sítt til at stuðla undir hesa víðsjón við til dømis at:
1) Geva heilsustarvsfólki munandi hægri løn (eisini fyri at arbeiða ólagaligar arbeiðstíðir).
2) Játta meiri pening til alt virksemið hjá Nærverkinum, soleiðis at tað verða fleiri starvsfólk at loysa uppgávurnar.
3) Seta munandi upphæddir av til at útbúgva og eftirútbúgva heilsustarvsfólk.
At enda vil eg fegin nevna tiltøk og skipanir, sum onnur lond hava sett í verk, fyri at fáa fólk at starvast og støðast á almanna- og heilsuøkinum:
1) Hjá starvsfólkum, ið hava skiftandi arbeiðstíðir, er full vika 35,5 tímar í mun til 40 tímar hjá øðrum. Umframt hetta fáa starvsfólk hampuliga góðar viðbøtur fyri at arbeiða um kvøldið, á nátt og sunnu- og halgidagar.
2) Fyri hvørja náttarvakt fært tú tríggjar frítímar.
3) Starvsfólk eldri enn 55 ár sleppa undan at arbeiða um náttina.
4) Allar vaktir eru 6 tímar (dag, kvøld ella nátt), men starvsfólkið fær løn fyri 8 tímar.
5) Nógvir góðir og aloftast ókeypis møguleikar eru at eftirútbúgva seg.