Edelweiss og sólarkaffi

Sunnudagin verður forkunnug bókaframløga í Bátasavninum í Leirvík

Sunnudagin 27. oktober klokkan 16 verður forkunnug bókaframløga í Bátasavninum í Leirvík. Tá leggur Monika Stauss Joensen nevnliga fram bókina Edelweiss og sólarkaffi

 

 

Monika hevur í bókini savnað saman upplivingar og myndir frá barnaárunum og tíðini, tá ið hon kom til Føroya, og kryddað tað við góðum ráðum, yndisuppskriftum og løttum ítrivi fyri børn og vaksin - stutt sagt eitt sindur av hvørjum úr Sveis og úr Føroyum!

 

Edelweiss og sólarkaffi er ikki ein bók, tú mást lesa úr einum enda í annan. Stuttligir minnisbitar, ommuráð, hugleiðingar, ítriv og uppskriftir, søgur og sangir gera, at tú altíð finnur okkurt gott at stytta tær stundir og hugna tær við.



Bókin er eisini býtt sundur í fýra partar, sum fylgja árstíðunum. Hetta sæst aftur í bæði teksti og teimum nógvu myndunum, sum eru í bókini. Gomlu familjumyndirnar úr Sveis, sum pápi Moniku hevur tikið tær flestu av, og nýggju myndirnar, ið eru tiknar serliga til bókina, eru allar knýttar at tekstinum og eru við til at gera hann livandi og bókina vakra og prýðiliga.

 

Kom og hoyr um Edelweiss og sólarkaffi og fá ein góðan kaffimunn og leskiligar sveisiskar og føroyskar brellbitar afturvið.