Eddie Joensen: Høvdu takið á teimum

Eddie Joensen, venjari hjá KÍF, er lutvíst samdur við Henrik Gerster í at tað vóru smálutir, sum avgjørdu finaluna.

- Serliga í fyrra dystinum vóru tað smálutir, sum avgjørdu, men í seinna dystinum kendi eg á mær, at vit høvdu takið á teimum. Úrslitið vísir, at tað gjørdist tætt at enda, men tað vísir eisini, at vit hildu høvdið kalt, sigur Eddie og heldur fram:
- Vit hugdu at sjónbandi av fyrru finaluni og vóru ógvuliga væl fyrireikaðir til ta seinnu. Vit hugsaðu allar taktiskar møguleikar hvat VÍF fór at finna uppá, sigur Eddie og peikar á at hann metir, at tað kom óvart á VÍF, at kollfirðingar byrjaðu við tveimum strikuspælarum.
Eddie Joensen hevur einans staðið á odda fyri KÍF sjey dystir tilsamans ímóti kappingarenda, men hann hevur verið trúgvur áskoðari hjá liðnum, sum hann áður hevur spælt fyri. Vit spurdu Eddie, um hann sum áskoðari hevur hugsað hvat hann hevði broytt, um hann sjálvur bleiv venjari.
- Ja, tað geri eg altíð og tað havi eg altíð gjørt. Tað gera fólk ofta, sum hava spælt hondbólt áður, sigur Eddie og vísir á, at tað ikki var bara bara at taka við sum venjari so seint í kappingini.
- Eg vil siga tað einasta trupla er, at ein kennir ikki leikararnar sum so - hvussu eg skuldi seta teir saman. Nú høvdu vit spælt fimm dystir áðrenn finaluna og teir síðstu dystirnar fall tað upp á pláss. Tað var trupult at byrja við, men til finaluna vóru vit klárir. Ordiliga klárir, sigur Eddie og vísir at enda á, at hann fegnast um at Jóan Pauli Olsen var hjálparvenjari í finalunum.
- Hann hevur verið ein stór stór hjálp. Hann dugir at práta leikararnar upp í lag og seta teir upp, sigur Eddie at enda.