EDB-samgonga ynskist

Ein samgonga millum Tjóðveldi, Sambandsflokkin og Sjálvstýrisflokkin hevði avgjørt verið spennandi og ynskilig. Hinvegin ætlar Sjálvstýrisfllokkurin ikki at steðga neyðugum útbyggingum av infrakervinum – heldur ikki tá tað kemur til tunlar

Sum seinasti flokkur legði Sjálvstýrisflokkurin sína valskrá fram á tíðindafundi í morgun. Og eins og aðrir flokkar hevur Sjálvstýrið valt sær nøkur ávís punkt at leggja dent á í valstríðnum.

Sjálvstýrisflokkurin bjóðar fram 17 valevni til løgtingsvalið, og í valfaldaranum umrøða tey hvør sítt evni, sum liggur teimum serliga á hjarta.

Undir sjálvari framløguni tók formaðurin, Kári P. Højgaard fram nøkur punkt, sum hann stutt umrøddi.

Fyrsta punktið var skúlin. Í kjalarvørrinum av PISA-kanningini hevur fólkaskúlin fingið nógva og drúgva umrøðu, og stendur tað til Sjálvstýrisflokkin, skal alt tað føroyska skúlaverkið endurskipast.

Flokkurin ætlar at nøkta tørvin á útbúgvingarplássum soleiðis, at ikki skal verða neyðugt hjá føroyingum at søkja uttanlands at útbúgva seg. Við øðrum orðum skal eitt universitet setast á stovn í Føroyum, sum samstundis skal skunda undir eitt granskingarumhvørvi her á landi.

Eitt annað, sum Kári P. Højgaard nevndi, var umhvørvið. Hann segði, at heilt ítøkiligt fór flokkurin at arbeiða fyri, at helmingurin av øllum almennum bygningum innan tvey valskeið skulu verða upphitaðir við alternativari orku.

Hann vísti annars á, at umhvørvisnevndin hjá Norðurlandaráðnum var í Føroyum í fjør summar, og hon vísti á, at Føroyar uttan iva hava bestu umstøðurnar at menna orku úr aldu.

- Vindur, vatn, vetni og sólorka er nakað, Sjálvstýrisflokkurin fer at leggja dent á, segði Kári P. Højgaard.

 

Fiskivinnan endurskoðast

Øll fiskivinnulóggávan skal endurskoðast. Flokkurin er serliga heitur fyri, at fult gjøgnumskygni fæst í eigaraviðurskiftini hjá flotanum, serliga tá hugsað verður um útlendskan kapital.

Men flokkurin ásannaði samstundis, at eingi týðandi stig kunnu takast, fyrr enn verandi fiskiloyvir ganga út í 2018. Fýlst varð tó á, at snøgt sagt einki er hent á fiskivinnuøkinum hesi seinastu fýra árini undir ABC-samgonguni.

Og í hesum sambandi heldur flokkurin, at ein samgonga millum Sambandsflokkin, Tjóðveldi og Sjálvstýrisflokkin hevði verið ein arbeiðsfør samgonga, tí tá kundi Sambandið verið hálað í gongd og fingið útrætta nakað munagott.

Serliga, um Sjálvstýrisflokkurin fær trý-fýra umboð á ting, fær flokkurin eina lyklastøðu og kundi í einari EDB-samgongu, sum Kári á Rógvi tók til, verið tungan á vágskálini, ið helt báðum uttarusíðunum í javnvág.

Hendan samgongan er hin einasta ítøkiliga, sum flokkurin vil nevna, tó at hann sigur, at allir møguleikar sjálvandi standa opnir.

Okkurt av valevnum floksins hava valt at fara upp í politikk sum beinleiðis avleiðing av samtykta Sandoyartunlinum. Men flokkurin hevur ongar ætlanir um at royna at steðga hesum tunli, og heldur ikki ætlar flokkurin at forða fyri øðrum tunnilsgerðum ella útbygging av samfelagnum sum heild.

 

Løgmaður beinleiðis

Sjálvstýrisflokkurin vil hava pensjónsviðurskiftini upp á pláss, men inntil vit hava fingið líknandi skipanir sum í okkara grannalondum upp at koyra, má tað almenna tryggja munagóðar pensjónir.

Fleiri uppgávur skulu leggjast út á kommunurnar, og tí er neyðugt, at kommunalu eindirnar gerast størri og sterkari. Og løgregla og rættarskipan skal á føroyskar hendur saman við útlendingamálum.

Men tað, sum kanska er mest merkisvert, er boðskapurin í stevnuskrá floksins um, at løgmaður skal veljast beinleiðis av fólkinum.

Hetta er nakað heilt kollveltandi í politisku skipanini, tí verður løgmaður valdur beinleiðis av fólkinum, kann tann støða standa upp, at løgmaður als ikki er partur av samgonguni.

- Hetta er nakað, sum sjálvandi kann koma fyri. Men løgmaður verður so leiðari kortini, og fyrimunirnir eru, at løgmaður stendur so ógvuliga nógv fríari, verður hann valdur á tann hátt, sigur Kári P. Højgaard.

Skal hetta kunna fremjast í verki, verður neyðugt at broyta stýrisskipanarlógina, men hinvegin hevur ynski um, at løgmaður verður valdur beinleiðis av fólkinum, staðið í stevnuskrá Sjálvstýrisfloksins í mong Harrans ár.

Viðvíkjandi eini avkláring mótvegis dønum heldur flokkurin, at vit ikki í dag eru til reiðar at skipa fyri einari fólkaatkvøðu hesum viðvíkjandi. Nógv viðurskifti skulu fáast upp á pláss, áðrenn tað yvirhøvur ber til at halda eina fólkaatkvøðu, og flokkurin metir, at tað fer at taka tvey valskeið at fáa hesi viðurskifti upp á pláss.

At enda kann nevnast, at eisini Sjálvstýrisflokkurin hevur fingið gjørt ein valsang, sum er tikin upp í Studio Oyravox í Nólsoy. Sangin, Stig fyri stig, hevur Terji Rasmussen, sum var valevni floksins til seinasta løgtingsval, gjørt.