Vikublaðið The Economist kunngjørdi í gjár, at tað styrðjar Barack Obama, forseta í valstríðnum og vil hava hann at halda fram í Hvítu Húsunum. Blaðið leggur tó afturat, at stuðulin er ikki so avgjørdur sum upp undir valið í 2008.
Í oddagrein skrivar The Economist, at USA stendur fyri størri avbjóðingum nú enn undir valstríðnum í 2008, men blaðið heldur ikki Mitt Romney vera tann rætta at taka við forsetaembætinum. Tað er skilabetri at velja verandi forsetan aftur, skrivar blaðið.
The Economist kemur út í 1,6 millión eintøkum, harav tann størri helmingurin kemur út í USA. Heimasíðan hjá blaðnum er nógv vitjað, og tað var har, blaðið kunngjørdi sín stuðul til Obama.