EBS-líknandi skipan fyri europeiska arbeiðsmegi

Gongur sum landsstýrið ætlar, verður ein EBS-líknandi skipan sett í verk fyri europeiska arbeiðsmegi frá 1. juli í ár. Samstundis hevur løgmálaráðið heitt á Arbeiðsgevarafelagið um at fáa sett í verk eina fastlønarskipan fyri fólk í flakavinnuni

Nú sær endiliga út til, at nakað fer at røkjast fyri einari loysn á útlendingamálinum.

Á tíðindafundi í morgun greiddi Helena Dam á Neystabø, løgmálaráðharri, frá einum uppskoti, sum nú er klárt at bera niðan í tingið, og sum í stuttum snýr seg um at gera tað lættari hjá europearum at fáa arbeiðs- og uppihaldsloyvi í Føroyum.

Tað hevur í langa tíð verið sagt, at tørvurin á arbeiðamegi hevur verið størsti trupulleikin fyri føroysku vinnuna og harvið eisini ein trupulleiki fyri samfelagið.

- Sjálvandi vildu vit helst yvirtikið alt útlendingamálið, og tíðarætlanin hjá landsstýrinum miðar ímóti, at hetta málið verður yvirtikið í 2009, segði Helena Dam á Neystabø.

Reint praktiskt verður beinanvegin ein útlendingastova sett á stovn, sum skal hava innlit, eftirlit og veita kunning í viðurskiftum, sum hava við útlendingar at gera.

Landsstýriskvinnan í lógarmálum roknar við, at útlendingastovan skal hava ein leiðara, tveir løgfrøðingar umframt nøkur skrivstovufólk.

- Tá vit kenna fíggjarlógina fyri í ár vita vit eisini, hvussu nógvan pening vit hava at arbeiða við. Útlendingamál hava hægstu raðfesting hjá okkum í ár, segði Helena Dam á Neystabø.

 

EBS-líknandi skipan

Arbeitt hevur verið í longri tíð við útlendingamálinum, eisini undir undanfarnu samgongu, men roknað verður nú við, at uppskotið er soleiðis hóttað, at partarnir á arbeiðsmarknaðinum kunnu liva við tí.

- Teir jubla ikki um uppskotið, hvørgin partur, men hetta er so nakað, báðir partar kunnu liva við, sigur Helena Dam á Neystabø.

Uppskotið gongur í stuttum út upp á, at europearar meiri ella minni frítt kunnu koma til Føroya, tó so, at teir framman undan skulu hava eina avtalu við føroyskan, góðkendan arbeiðagevara, sum skal vátta, at viðkomandi útlendingur er tryggjaður eina 30 tímar arbeiðsviku.

Og júst á hesum økinum kennir Samtak, at føroyingar verða forfordeildir, tí teimum er jú ikki tryggjað eina slíka avtalu. Men á hesum økinum ætlar landsstýrið, at partarnir á arbeiðsmarknaðinum skulu gera eina avtalu um fastlønarskipan.

- Ein slík avtala hevði verið størsta frambrotið innan arbeiðsmarknaðinum í fleiri áratíggju, segði Helena Dam á Neystabø.

Eitt annað, sum ger skipanina lættari fyri útlendingar, er, at tað eftir hesum uppskotinum skal kunna bera til hjá útlendingum at skifta millum arbeiðsgevarar, uttan at teir skulu gjøgnum mylluna einaferð aftrat. Einasta treyt er, at arbeiðsgevarin skal verða góðendur.

 

Somu løn

Sum nevnt verður skipanin líknandi henni, sum umfata tey fýra frælsini. Tey fýra frælsini tryggja frían flutning millum EBS-londini av arbeiðsmegi, tænastum, vørum og kapitali.

Í førinum arbeiðsmegi er eisini etableringsrættur, og hann merkir, at fyritøkur kunnu fara í onnur lond at gera arbeiðir, og taka sína egnu arbeiðsmegi við. Tað vil við øðrum orðum siga, at um ein lettisk fyritøka kemur til Føroya at gera eitt arbeiði, og hevur egna arbeiðsmegi við, kann hon rinda sínum arbeiðsfólki somu løn, sum tey fáa heima í Letlandi. Hesin parturin verður tó ikki galdandi í føroyska uppskotinum um útlendska arbeiðsmegi.

Hinvegin skal arbeiðsgevarin, sum tekur inn útlendsku arbeiðsmegina, vátta, at viðkomandi arbeiðari fær trygd fyri 30 tíma arbeiðsviku, og at viðkomandi somuleiðis verður løntur eftir teimum á føroyska marknaðinum galdandi lønarsáttmálum.

Fellur arbeiðstilboðið burtur – er ikki brúk fyri útlendinginum longur – fellur eisini arbeiðs- og uppihaldsloyvið burtur, og viðkomandi má fara av landinum aftur.

Roknað verður við, at europearar eru munandi meiri mobil arbeiðsmegi enn arbeiðsmegi úr triðjalondum.

 

Regulerast

Í løtuni verður skríggjað eftir arbeiðsmegi, og eftirsum arbeiðsloysið í Føroyum einans er 1,4%, sum er metlágt, verður mett, at tað í veruleikanum er tørvur á arbeiðsmegi. Og tað vísir seg eisini.

Serliga innan flakavinnuna er mangul upp á fólk, men eisini innan byggivinnuna kann roknast við stórari tilgongd av útlendskari arbeiðsmegi, tá nýggja lógin kemur í gildi.

Fyri at tryggja skjóta tilgongd av arbeiðsmegi, tá hon er neyðug, kunnu arbeiðsgevarar taka útlendingar inn, og hava so 30 dagar at avgreiða formligu viðurskiftini hjá viðkomandi.

Ein onnur regla verður, at um arbeiðsloysið fer upp um 3,5% í eitt tíðarskeið upp á tríggjar mánaðir, fellur lógin burtur, og gamla lógin kemur aftur í gildi.

Uppskotið hjá Helenu Dam á Neystabø, løgmálaráðharra, er longu framman undan tryggjað undirtøku í danska fólkatinginum, og landsstýriskvinnan heldur, at undirtøka eisini er í samgonguni fyri uppskotinum.

- So mikið nógv hevur verið tosað um hetta uppskotið, at tað rokni eg við, sigur Helena Dam á Neystabø.

Ætlanin er, at skjótt skal berast at. Seinasti framløgudagur í fólkatinginum er týsdagin, og miðað verður ímóti at hetta uppskotið skal leggjast fyri í hesi donsku tingsetuni. Verður talan um broytingar í løgtinginum av uppskotinum, ber saktans til at bíða við triðju viðgerð í fólkatinginum, fyri at fáa møguligar broytingar við.

Helena Dam á Neystabø ætlar, at hetta lógaruppskotiåð skal kunna setast í gildi 1. juli í ár.