Miðskeiðis í 1. hálvleiki er støðan við Margáir 2-0 til EB/Streym. Seinna málið skoraði Arnbjørn Hansen miðskeiðis í 1. hálvleiki, tá ið hann við høvdinum sendi bóltin í kassan eftir frísparksinnlegg úr høgru.
Longu eftir lítið korter varð EB/Streyma liðformaðurin, Egil á Bø, útskiftur. Tað bar við sær, at Sorin Anghel varð fluttur úr álopinum og aftur í miðverjuna.