eBillett.fo er heitið á nýstovnaða føroyska nethandlinum, ið selir atgongumerki til fleiri ymiskt tiltøk í Føroyum. Á fyrsta sinni ber nú til at keypa atgongumerki til fleiri tiltøk í Føroyum á sama stað.
Nýggi nethandilin eitur www.eBillett.fo.
Ungi íverksetarin, Halgir Winther Nagata, sum áður hevur ment ein portal til føroyskar telduspælarar, www.gaming.fo, stendur fyri nýggju heimasíðuni.
- Á eBillett.fo verða søla og keyp av atgongumerkjum savnað á einum stað. Soleiðis kunnu fyriskiparar av tiltøkum lætt selja atgongumerki gjøgnum eina skipan, sum er skræddaraseymað til júst hetta endamálið, sigur Halgir Winther Nagata.
Víðari sigur hann.
- Hetta ger eisini lívið lættari hjá keyparum, sum fáa møguleika at keypa atgongumerki ómakaleyst og trygt við gjaldskorti ella bankaflyting. Tey fáa síðani sína eBillett, sum bert skal skrivast út og takast við til tiltakið, sigur Halgir Winther Nagata.
Tílíkir handlar eru kendir og sera vælumtóktir í altjóða høpi, har eisini nógvir føroyingar hava keypt atgongumerki til tiltøk uttan fyri Føroyar.