Nú sunnudagin fer sangkórið í Ebenezer í Havn at hava konsert í Suðuroy. Konsertin verður í Salt sunnudagin klokkan 15.
Umleið 50 sangarar eru í Ebenezerkórinum. Kórleiðarar eru Jens Christian Guttesen og Marjun Wolles. Klaver spæla Jóannes á Váli, Henry Olsen og Finnur Marstein.
Kórið sá dagsins ljós í 1937, og kórið hevur regluliga luttikið á møtum og til onnur høvi í Ebenezer og kring landið.
Kórið hevur verið fleiri ferðir uttanlands og sungið – eitt nú í Íslandi, Norra, Skotlandi, Onglandi, Ísrael og Danmark.
Vanliga sangskráin er sálmar og sangir á føroyskum – eldri og nýggjari. Kórið fer til Edinburgh og Aberdeen í døgunum 24. til 28. apríl. Ein partur av sangúrvalinum á konsertini í Salt verður tí merktur av hesum.
--
Lovið Harranum, tí Harrin er stórur!
Lovsyngið navni Hansara, tí tað er lívsælt! (Sálmur 135:3)