. Tað føroyska málið hjá Regin Dahl er sum tann gamla keldan, ið nýggj sum døggin vellir úr klettinum. Tað er ein frøi at lesa hetta málið. Henda málsliga »gleðihvøkkin« upplivdi eg eisini tann minniliga seinnapartin úti á Fróðskaparsetri Føroya, har Regin Dahl las nakrar av hesum yrkingum upp. Tey, ið vóru hjá, gloyma tað ongantíð«.