EB/Streymur vann stórsteypadystin

Seinnapartin í dag hittust føroyameistararnir úr B36 steypavinnararnir úr EB/Streymi í árliga Stórsteypadystinum, sum Lions Club skipar fyri til frama fyri vælgerandi endamál.

 

Tað var B36, sum sat á tí mesta í fyrra hálvleiki, og vóru tað eisini teir, sum sluppu til hálvleiks við 1-0-leiðslu, eftir at Símun Joensen hevði skorað tíðliga í dystinum.

 

Í seinna hálvleiki hevði EB/Streymur yvirtakið og megnaði Hans Pauli Samuelsen at javna til 1-1 um miðjan seinna hálvleik, tá ið hann kom at standa leysur í brotsteiginum eftir eitt drúgt álop.

 

Seint í dystinum fekk Høgni Eysturoy reytt kort fyri at hava hálað í neyðbremsuna og felt ein frían Arnbjørn Hansen. EB/Streymur trýsti av álvara og í seinastu sekundunum eydnaðist tað Arnbirni Hansen at skjóta avgerandi málið, tá ið hann sneiddi eitt innlegg úr vinstru í málið til endaliga úrslitið, sum harvið gjørdist 2-1 til EB/Streym.

 

Fyriskipararnir boða frá, at tað komu inn 50.000 krónur, og at tær fara til eitt Litegait-hjálpartól til fysioterapideildina á Landssjúkrahúsinum.