EB/Streymur vann 1-0 á ÍF

EB/Streymur vann í kvøld 1-0 á ÍF í bestu fótbóltslíkindum við Margáir í Streymnesi. Einasta málið í dystinum skjeyt Brian Olsen fáar minuttir inn í seinna hálvleik, tá bólturin kom inn fyri málið og Brian fekk sett fótin á.

 

Tað nógva av fyrra hálvleiki hevði EB/Streymur kanska munin, hóast málmøguleikarnir vóru fáir, men ÍF var væl við og spældi munandi betur, enn støðan á stigatalvuni sigur.

 

Í seinna hálvleiki hevði Alex José dos Santos ein rísastóran møguleika, tá hann gjørdist púra fríur við ÍF-málverjanum, men Jákup Mikkelsen bjargaði meistarliga. Og fyri ÍF hevði innskifti Frank Poulsen eisini ein stóran møguleika, men skjeyt við síðuna av.

 

Fuglfirðingar satsaðu

ÍF satsaði nógv við sera álopskendum útskiftingum og fekk eisini lagt stórt trýst á EB/Streym. Ímóti endanum vóru bara Høgni Zachariassen, Uni R. Petersen og Jan Ó. Ellingsgaard eftir í verjuni, og skiftini vóru, at Andy Olsen og Frank Poulsen komu inn fyri ávikavist Áka Petersen og Pól Ennigarð.

 

Hesin dysturin skuldi upprunaliga verið spældur í 15. umfari fyrst í august mánaði, men varð útsettur. So skuldi hann spælast í gjárkvøldið, men máttu útsetast fyri veður, og tí verður hann so spældur í kvøld í staðin.

 

Við sigrinum hevur EB/Streymur yvirhálað Víking og er nú nummar tvey við 53 stigum. B36 er tvey stig frammanfyri og Víkingur eitt stig aftanfyri – og eitt av hesum verður føroyameistari. Hóast tapið, varðveitir ÍF sítt sættapláss á stigatalvuni við 25 stigum.

 

EB/Streymur-ÍF 1-0 (0-0)

1-0: Brian Olsen, 47.

Dómari: Ransin N. Djurhuus

EB/Streymur: René Tórgarð – Levi Hanssen, Sorin Anghel, Marni Djurhuus, Alex José dos Santos – Pætur Dam Jacobsen, Daniel Udsen, Brian Olsen (Arnar Dam) – Leif Niclasen, Arnbjørn Hansen, Hans Pauli Samuelsen

ÍF: Jákup Mikkelsen – Áki Petersen (Andy Olsen), Pól Ennigarð (Frank Poulsen), Uni R. Petersen, Jan Ó. Ellingsgaard – Karl Løkin, Bogi Løkin, Alexander Jovevic – Dánjal á Lakjuni, Høgni Zachariasen, Nenad Saric