EB/Streymur uttan leikbúnar

Mánadagin lendi ferðalagið í Sundalagnum til Armenia, men enn hevur hópurin hjá EB/Streymi ikki fingið viðførið. Í EB/Streymi vóna tey nú, at hetta kemur fram seinnapartin í dag.

 

Hetta hevur sjálvsagt órógvað fyrireikingarnar eitt sindur, men tó ikki meiri enn so, at liðið hevur vant sum ætlað. Heðin Askham, venjari hjá EB/Streymi, hevur drúgvar royndir í altjóða fótbólti – fyrst og fremst frá U21-landsliðnum – og veit, at á ferðum til fjarskotin lond kann alt henda. Tískil hevði hann heitt á leikararnar, um at pakka gaggur og skinnarar í hondviðføri, soleiðis at hetta kom vegin fram, og tað hevur nú víst seg at vera eitt gott hugskot.

 

Komin til Armenia mánadagin fóru fólk kring hópin í býin at keypa shorts og t-shirts til leikararnar, og so kundu fyrireikingarnar til dystin í móti FC Gandzasar byrja. Annars verður latið væl at umstøðunum í Armenia, har eisini veðrið ikki er ov ógvusligt, skýggjað og 28 stig.

 

Felagsliðið úr Sundalagnum vann fyrra dystin í Gundadali 3-1, og hevur tískil eitt frálíkt útgangsstøði undan dystinum.