EB/Streymur upp í 3. deild

Meðan bíðað verður eftir, hvussu tað spælir av hjá 1. deildarliðnum hjá EB/Streymi og 2. deildarliðnum hjá B71, hvat av teimum skal spæla í 1. deild næsta ár, hava tey í Sundalagnum longu nakað at fegnast um.

Teirra 4. deildarlið er flutt upp í 3. deild, og tað hendi við uppflytingardystum móti júst B71!

Tann fyrra dystin vann EB/Streymur á Eiði 3-1, og seinni dysturin á Sandi endaði 4-2, so næstbestu sundalagsmenninir fluttu upp í 3. deild við samanløgdum 7-3 sigri.