EB/Streymur tapti ímóti einum góðum ÍF-liði

(Rás2) Høvuðsvenjarin hjá EB/Streymi, Heðin Askham staðfestir, at ÍF var meiri tendrað í Streymnesi í dag

- Mann fyri mann hevur ÍF eitt gott lið. Hetta staðfestir høvuðsvenjarin hjá EB/Streymi, Heðin Askham aftaná 2-4 tapið hjá EB/Streymi ímóti ÍF á heimavølli við Margáir í Streymnesi í dag.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Rás2 hevði við Heðin Askham.

 

Hóast rós til ÍF, so heldur Heðin Askham ikki, at spælararnir hjá EB/Streymi vóru nóg neyvir ímóti ÍF í dag. Tað má og skal bøtast í dystinum ímóti Víkingi á útivølli, sum stendur á gáttini at endurvinna FM-heitið komandi leygardag.