EB/Streymur styrkti um sína støðu

Oddaliðið vann stórsigur, sum ber uppaftur meiri sannførandi oddasess við sær

Stevnudysturin í Streymnesi var lagdur at vera klokkan 17.30, tá ið tað varð roknað við, at kappróðurin var liðugur á sundalagsstevnu. Kappróðurin byrjaði klokkan 17.30, tá ið teir fóru í holtur við stevnudystin við Margáir.

 

EB/Streymur hevði vitjan av B71, sum fór til hús aftur við ongum. Heimaliðið vann 9-2 eftir hálvleiksstøðuna 3-0. Beinanvegin eftir steðgin minkaði Patrik Toh um munin til 3-1, og eina løtu seinni minkaði Ibrahima Camara um munin ti 4-2.

 

Annars var tað heimaliðið, sum sat á øllum og skoraði níggju mál. Undan steðginum skoraðu Leif Niclsen og so Arnar Dam tvær ferðir. Eftir steðgin skoraði Leif Niclasen tvær ferðiraftrat og varð harvið trífaldur málskjútti., Marni Djurhuus skoraði tvær ferðir og Andras Olsen einaferð.

 

EB/Streymur og 07 Vestur hava bæði 35 stig. Stórsigurin í dag ber við sær at málmunurin hjá EB/Streymi er +39, og hjá 07 Vestur er hann +32.