EB/Streymur í steypafinaluni

EB/Streymur hevði yvirvág í fyrra hálvleiki og kom á odda 1-0, sum eisini var hálvleiksstøðan. Bæði lið høvdu kjansir, men fleiri mál komu ikki.

 

Í seinna hálvleiki byrjaði NSÍ sum eitt óløgi og var skjótt á odda 2-1. Leiðslan kundi verið uppaftur størri, tí fleiri kjansir vóru og NSÍ hevði eitt nú eina rúgvu av hornaspørkum.

 

Tá eitt korter var eftir, fekk EB/Streymur eitt hornaspark, sum NSÍ-ararnir østu seg so nógv um, at teir ikki fótaðu sær aftur í dystinum. EB/Streymur fekk mál til 2-2 eftir hetta sama hornaspark.

 

Innan fyri tríggjar minuttir komu tvey mál aftrat, so tað gjørdist ein 4-2 sigur til gestirnar. Endin á dystinum var rótutur, men EB/Streymur vann og kemur tí í steypafinaluna.

 

Hon verður spæld á uttanveltaðum vølli mánadagin 8. juni, og hitt liðið í finaluni er B36, sum fyri viku síðani vann 1-0 í sínari hálvfinalu ímóti HB.

 

NSÍ-EB/Streymur 2-4 (0-1)

0-1 Ási Dam, 36.

1-1 Klæmint Olsen, 49.

2-1 Andrias á Líknargøtu, 54.

2-2 Hallur Fláaberg, 76.

2-3 Andru Poulsen, 78.

2-4 Hanus Olsen, 79.