19. umfar í Effodeildini er nú av. Við 4-2-heimasigri á FC Suðuroy hevur EB/Streymur staðfest um sína støðu sum oddalið í Effodeildini. ÍF hevur nú sett seg á 2. plássið eftir 5-2-stórsigur ímóti KÍ.
B36 spældi 0-0-javnleik ímóti TB í Trongisvági og missir nú sambandið við oddaliðini. Á Svangaskarði samdust B68 og NSÍ um 1-1-javnleik, og merkir hetta, at støðan er óbroytt í botnstríðnum.
Sí støðuna, hagtøl og beinleðis dystarfrásøgn niðanfyri:
1. EB/Streymur, 38 stig
2. ÍF, 36 stig
3. KÍ, 34 stig
4. Víkingur, 34 stig
5. HB, 29 stig
6. B36, 27 stig
7. NSÍ, 21 stig
8. B68, 20 stig
9. TB, 19 stig
10. FC Suðuroy, 3 stig
_______________
ÍF - KÍ 5-2 (1-1) (kl.18.00)
1-0: Clayton Soares, 26.
1-1: Henry Heinesen, 33.
2-1: Clayton Soares, 47.
3-1: Høgni Madsen, 60.
3-2: Bárður J. Heinesen, 75.
4-2: Bartal Eliasen, 80.
5-2: Clayton Soares, 82.
Liðugt: Við 5-2-sigri á KÍ hevur ÍF nú sett seg á 2. plássið í Effodeildini.
82min.: MÁÁÁÁÁÁÁÁÁL! Nú er 5-2 til ÍF og Clayton Soares hevur gjørt hattrikk! Karl Løkin, sum hevur spælt ein branddyst, sendi eitt hornaspark innfyri málið og har fullgjørdi Clayton Soares og legði ÍF á odda 5-2.
80min.: MÁÁÁÁÁÁÁÁÁL! ÍF hevur økt til 4-2! Eftir hornasparksinnlegg er tað Bartal Eliasen, ið ger júst tað, sum ÍF hevði tørv á, nevniliga økti til 4-2!
75min.: MÁÁÁÁÁÁÁÁÁL! KÍ hevur minkað til 3-2! Ivan Joensen leggur væl inn fyri, og eftir at bólturin varð stútaður á yvirliggjaran, var tað innskifti Bárður J. Heinesen, sum fekk bóltin í málið og nú hevur minkað til 3-2.
62min.: Clayton Soares er um at gera hattrikk, men András Gángó verjir væl fyri við einari stórbjarging. Nú skal KÍ ansa sær, um talan ikki skal gerast um skrædl.
61min.: Thomas Asmussen hjá ÍF roynir seg við einum dundurskoti og rakar á tvørtræið.
60min.: MÁÁÁÁÁÁÁÁÁL! 3-1 til ÍF! Høgni Madsen hevur við stútara økt um leiðsluna og lagt ÍF á odda 3-1. Hann feiðrar ikki málið við virðing fyri gamla felagi sínum.
55min.: ÍF er omaná frá byrjan í seinna hálvleiki. Spælið gongur væl og í løtuni hóttir KÍ ikki ÍF-leiðsluna.
47min.: MÁÁÁÁÁÁÁÁÁL! 2-1 til ÍF! Thomas Asmussen leggur bóltin væl innfyri, har Clayton Soares stútar bóltin í málið. Nú er ÍF aftur á odda, hesaferð 2-1!
Hálvleikur: Støðan í hálvleikinum er 1-1 og alt er púra opið í seinna hálvleiki.
35min.: Álvur Christiansen hjá KÍ roynir seg við skoti, men tað fer beint upp um málið. Dysturin er nú púra opin.
33min.: MÁÁÁÁÁÁÁÁÁL! Kí hevur javnað til 1-1! Eftir frísparksinnlegg var tað Henry Heinesen, sum javnaði til 1-1.
26min.: MÁÁÁÁÁÁÁÁÁL! 1-0 til ÍF! Eftir hornaspark beindi Clayton Soares bóltin mótvegis málinum, og hóast KÍ-arar mettu, at bólturin ikki var innanfyri málstrikuna, so var hjálpardómarin avgjørdur og veitraði fyri máli til ÍF.
15min.: Tað er framvegis málleyst í oddadystinum í Fuglafirði.
__________________
B68 - NSÍ 1-1 (0-0) (kl.17.00)
1-0: Christian Høgni Jacobsen, 53.
1-1: Klæmint Andrasson Olsen, 55.
Liðugt: Hvørki av liðunum var nóg nógv betri enn mótstøðuliðið, og 1-1-javneleikur er eitt rímiligt úrslit.
85min.: Ransin N. Djurhuus hevur 12 ferðir verið í lummanum eftir einum korti. 11 ferðir gult og einaferð reytt.
70min.: Innskifti Andrias á Líknargøtu roynir seg, men Hans Jørgensen í B68-málinum bjargar út til hornaspark.
60min.: Viljormur Davidsen fær beinleiðis reytt kort fyri at hava sagt eitthvørt við hjálpardómaran.
55min.: MÁÁÁÁÁÁÁÁÁL! NSÍ hevur javnað til 1-1! Klæmint Andrasson Olsen fekk bóltin í feltinum, vendi sær og langaði bóltin í nettakið til 1-1.
53min.: MÁÁÁÁÁÁÁÁÁL! 1-0 til B68! Christian Høgni Jacobsen er ikki blíður við sínar gomlu liðfelagar og hevur lagt B68 á odda 1-0.
Hálvleikur: Nú er hálvleikur og støðan er framvegis 0-0. Fótbóltsspælið hevur ikki verið gott á Svangaskarði. Heili fimm gul kort eru komin í fyrra hálvleiki.
41min.: NSÍ fremur longu sína fyrstu útskifting. Andrias á Líknargøtu kemur á vøllin í staðin fyri Monrad Holm Jacobsen.
35min.: Tað er ein harður dystur um miðvøllin og ikki nógvir málmøguleikar eru.
25min.: B68-verjuleikari missur bóltin og Klæmint Andrasson Olsen kemur ímillum. Skotroyndin verður bjargað beint framvið stongini og til hornaspark.
20min.: Tað sæst, at talan er um eina grannauppgerð. Dysturin er harður og longu nú hava verið trý gul kort á lofti - tvey til NSÍ og eitt til B68.
10min.: Jan V. Andersen hjá B68 roynir seg við skoti, men bólturin endar langt omanfyri málinum.
5min.: NSÍ byrjaði betur fyrstu løtuna, men nú hevur B68 fingið yvirvágina í spælinum.
_______________
TB - B36 0-0 (0-0) (kl.15.00)
Liðugt: Dysturin endaði málleysur.
85min.: Súni Olsen hjá B36 hevur roynt seg við skoti úr høgru, men skotið endaði mitt á málverjanum. TB hevði ein góðan møguleika, tá ið tveir leikarar komu ímóti einum verjuleikara hjá B36, men einki spurdist burturúr og Odmar Færø fekk ruddað út til horna.
75min.: Bárður A. Dimon er útskiftur hjá TB, og inn er komin Martin Tausen. B36 hevur framt eina tvífalda útskifting. Út eru farnir Heini í Skorini og Dánjal Róa Olsen, og inn eru komnir Súni Olsen og Rasmus Dan Sørensen.
70min.: TB hevur havt eina góða skotroynd, men Meinhardt Joensen bjargaði.
60min.: B36 hevur lagt betur fyri í seinna hálvleiki, men framvegis eru málmøguleikarnir fáir í tali. Heini í Skorini hevur roynt seg við skoti úr høgru, men málverjin bjargaði lættliga.
Hálvleikur: Støðan er framvegis 0-0, nú teir eru farnir at hvíla seg í Trongisvági.
40min.: B36 hevur havt bóltin meiri, men TB hevur havt eina góða skotroynd, sum Meinhardt Joensen júst megnaði at fáa tamarhald á.
25min.: Lukasz Cieslewicz fór fram við tveimum leikarum og royndi seg, men skotið fór framvið málinum.
15min.: Dysturin er javnur og fáir málmøguleikar eru.
Undan dystarbyrjan: Jákup á Borg er leikbannaður hjá B36, meðan høgri bakkur, Høgni Eysturoy, er skaddur.
Byrjunaruppstillingar
B36: Meinhardt Joensen - Bárður Olsen, Jonas Flindt Rasmussen, Odmar Færø, Símun Joensen Heini í Skorini, Atli Danielsen, Róaldur Jakobsen, Símun Hansen Lukasz Cieslewicz, Dánjal Rói Olsen
TB: Ivan Stojkovic Eirikur Magnusarson, Óli Johannesen, Dimtrije Jankovic, Hanus Mortensen Rógvi Joensen, Nenad Stankovic, Bárður A. Dimon, Dan Mortensen Bojan Timic, Gilli Sørensen
____________________
EB/Streymur - FC Suðuroy 4-2 (1-1) (kl.15.00)
0-1: John T. Poulsen, 23.
1-1: Gert Hansen, 44.
1-2: Jón Krosslá Poulsen, 55.
2-2: Arnbjørn Hansen, 65.
3-2: Arnbjørn Hansen, 72.
4-2: Sorin Anghel, 85.
Liðugt: EB/Streymur slapp við skrekkinum og vann dystin 4-2.
89min.: Heri E. Kjærbo hjá FC Suðuroy hevur fingið beinleiðis reytt kort fyri ov harða takkling ímóti Árna G. Olsen.
85min.: MÁÁÁÁÁÁÁÁÁL! Nú er 4-2 til EB/Streym! Arnbjørn Hansen spældi til Sorin Anghel, sum setti verjuleikara av og lyfti bóltin í einum bleytum boga upp um málmannin og í mál til 4-2.
75min.: John T. Poulsen er borin av vøllinum eftir at hava fingið ein snudd í høvdið. Inn er komin Reidar D. Joensen.
73min.: Tað er ikki tí at EB/Streymur er farið at spæla serliga nógv betur, men Arnbjørn Hansen hevur verið ískaldur og tikið av teimum báðum møguleikunum, hann hevur fingið.
72min.: MÁÁÁÁÁÁÁÁÁL! Nú er 3-2 til EB/Streym! René Tórgarð skeyt eitt langt útspark, Pætur Dam Jacobsen stútaði Arnbjørn Hansen leysan, og so hevur hann lagt EB/Streym á odda 3-2.
65min.: MÁÁÁÁÁÁÁÁÁL! EB/Streymur hevur javnað til 2-2! Júst innskifti Arnbjørn Hansen gjørdi tað hann er bestur til. Hann varð spældur leysur av Pæturi Dam Jacobsen, og leysur við málverjanum sveik hann ikki.
56min.: EB/Streymur tekur avleiðingarnar og hevur sett Arnbjørn Hansen inn fyri Arnar Dam.
55min.: MÁÁÁÁÁÁÁÁÁL! 2-1 til FC Suðuroy. Jón Krosslá Poulsen kemur í eina spíska støðu í brotsteiginum, men eftir misskiljing ímillum málverja og verjuleikara fær hann sníkt seg framvið og hevur lagt FC Suðuroy á odda 2-1.
Hálvleikur: Støðan í hálvleikinum er 1-1. Hóast tvey mál eru komin, so hevur dysturin verið tamur og EB/Streymur hevur spælt seint, og tað hóvar FC Suðuroy væl.
44min.: MÁÁÁÁÁÁÁÁÁL! EB/Streymur hevur javnað til 1-1! Pætur Dam Jacobsen legði innfyri úr høgru síðu, og við aftaru stong stútaði Gert Hansen bóltin í málið.
30min.: Nú var um reppið, at FC Suðuroy økti um leiðsluna. Ein langur bóltur varð aftur sendur fram til John T. Poulsen, sum vann nærdyst við bæði Gert Hansen og René Tórgarð, og síðani skeyt ímóti málinum. Marni Djurhuus var tó kvikur og vardi fyri á sjálvari málstrikuni.
25min.: Leif Niclassen hevur havt fyrstu skotroyndina hjá heimaliðnum. Hon fór tó upp um málið.
23min.: MÁÁÁÁÁÁÁÁÁL! 1-0 til FC Suðuroy! Eitt fantastiskt mál frá John T. Poulsen. Hann fekk bóltin frá Dan Djurhuus, tamdi hann og við brotsteigarmarkið langaði hann bóltin í netið.
10min.: Leikferðin er ikki nógv í Streymnesi. EB/Streymur hevur havt bóltin meiri, men eingin nevniverdur málmøguleiki hevur verið.
Undan dystarbyrjan: EB/Streymur er uttan Egil á Bø og Paula G. Hansen, sum eru skaddur. Arnbjørn Hansen er framvegis ikki fullførur og er á beinkinum, meðan Hans Pauli Samuelsen er burturstaddur.
Sjáldsama fáir áskoðarar eru við Streymnesi í dag, har líkindini annars eru frálík. Nógv fólk eru á regatta, frættist.
Byrjunaruppstillingar
EB/Streymur: René Tórgarð - Jonhard Frederiksberg, Gert Hansen, Marni Djurhuus, Árni G. Olsen - Sorin Anghel, Pætur Dam Jacobsen, Niels Pauli B. Danielsen - Levi Hanssen, Leif Niclasen, Arnar Dam
FC Suðuroy: Stanislav Kuzma - Heri E. Kjærbo, Suni úr Hørg, Sasa Kolman, Jón Áki Jacobsen -Jón Krosslá Poulsen, Palli Augustinussen, Heini Vatnsdal, Høgni Midjord, Dan Djurhuus, - John T. Poulsen










