Í annaðkvøld klokkan 19 spælir EB/Streymur ímóti tí sum offisielt er meistaraliðið í Andorra, FC Lusitans, ella FC Lusitanos, sum teir eisini verða nevndir, alt eftir, um tú nevnir tað á katalonskum ella á portugisiskum.
FC Lusitanos er eitt felag, sum bert hevur 14 ár á baki. Felagið var stovnað í 1999 av portugisum, sum arbeiða í Andorra. Navnið, búmerkið og búnin hjá liðnum bera øll boð um, at talan er um eitt felag, sum er rikið av portugisarum. Í hópinum eru 14 portugisiskir spælarar, 9 úr Andorra og tveir úr Spania.
Í fjør tapti FC Lusitanos samlað 0-9 ímóti maltesiska liðnum, FC Valetta í undankappingini til Champions League. FC Lusitanos taptu bert 0-1 heima, meðan teir taptu heili 0-8 á útivølli.
Fyri EB/Streym er at vóna, at meistaraliðið úr Andorra heldur sama frimilin, tá teir møta EB/Streymi í annaðkvøld. Fyrri dysturin millum FC Lusitanos og EB/Streym endaði við javnleiki 2-2.