Fótbóltur
fyri hvønn dystin í Formula-deildini hetta kappingarárið hava ítróttarskrivararnir her á blaðnum givið liðnum millum ein og seks bóltar – alt eftir, hvussu avrikið hjá einstaka liðnum hevur verið.
Við kappingarlok eru bóltarnir taldir saman, og soleiðis er felagið við flestu bóltunum tað - sambært ítróttarskrivarunum her á blaðnum - sumhevur spælt besta fótbóltin í 2006.
Ikki óvæntað, so fylgja bóltarnir so hampuliga væl stigatalvuni. Triðflestu bóltarnir fekk B36, sum í árinum fekk 85 bóltar. Á øðrum plássi var HB, sum fekk í alt 87 bóltar. Men fremst – og altso liðið, sum sambært Sosialinum hevur spælt besta fótbóltin í Formula-deildini í 2006 – er EB/Streymur, sum fekk 89 bóltar.
Bóltar til tey yngstu
Vinningin fyri at verða best spælandi liðið í kappingini, varð latin av Thomas Dam Ítrótti, og er hesin eitt sett av bóltum til spælararnar hjá onkrum av yngru liðunum. Altso ikki eitt sett av bóltum til felagið at nýta í venjingum, men sum eina gávu til hvønn einstakan spælara.
Her hevur EBS/treymur gjørt av, at bóltarnir skulu latast til tey allar yngstu í felagnum –nevnliga pinkur og smápiltar – og hesi kunnu soleiðis gleða seg, til tey kunnu fara í ítróttarhandilin og innloysa góða gávukortið við teimum nógvu bóltunum.










