EB/Streymur skal hava nýggjan venjara

Nógv bendir á, at Eliesar Olsen ikki longur er venjari í EB/Streymi

Keldur hjá Miðlahúsinum siga, at Eliesar Olsen ikki heldur fram í EB/Streymi komandi kappingarár. Hann hevur annars longt sáttmálan fyri kortum, men sum skilst, so stendur tann avtalan ikki við.

 

Tað hevur ikki eydnast at fáa eina viðmerking frá formanninum í felagnum, Signari í Homrum. Eliesar Olsen tók við starvinum undan hesum kappingarárinum, men megnaði ikki at bjarga sundalagsmonnum lívið í bestu deildini.

 

Tíðindini eru sum sagt ikki váttaði, men keldur hjá Miðlahúsinum siga, at tað er fyri vist, at hann ikki heldur fram í EB/Streymi.