EB/Streymur/Skála gera sum tær plaga

(SportBoxin) Hoyr samrøðuna, sum var við Sunnevá Vesturdal, hjálparvenjara í SportBoxini á Rás2 fyrrapartin

Í morgin klokkan 12.30 verður tann stóra FM-finalan í bestu kvinnudeildini í Hólmanum á Eiði, tá EB/Streymur/Skála tekur ímóti KÍ í tí seinasta og avgerandi umfarinum.

 

EB/Streymur/Skála er á odda við 51 stigum, og KÍ er nummar tvey við 49 stigum. Vinnur EB/Streymur/Skála ella spælir javnt, so verður EB/Streymur/Skála FM-vinnari á fyrsta sinni. Megnar KÍ at vinna verður KÍ FM-vinnari 18. árið á rað.

 

Liðini hava møtst fimm ferðir higartil í ár í landskappingini, og í steypakappingini. Í landskappingini hevur KÍ vunnið 3-1 og 2-1 við Djúpumýru í Klaksvík. Og í Hólmanum á Eiði hevur EB/Streymur/Skála vunnið 4-1 á KÍ. 

 

Liðini møttust í hálvfinaluni í steypakappingini. Dysturin á Eiði endaði við javnleiki 1-1, og EB/Streymur/Skála vann 2-1 norðuri í Klaksvík. Í finaluni vann EB/Streymur/Skála 3-2 á HB.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna, sum var í sendingini SportBoxin á Rás2 fyrrapartin, har prátað var við Sunnevá Vesturdal, hjálparvenjara hjá EB/Streymi/Skála.

 

Sunnevá Vesturdal greiðir frá, at tær hava vant og fyrireikað seg sum vanligt, og tær møta ein tíma og eitt korter áðrenn dystin sum vanligt. Sunnevá sigur, at heimaliðið fer ikki at dúva uppá ein javnleik hóast tað er nóg mikið til at tryggja teimum FM-heitið.

 

Hilmar Jan Hansen sigur frá dystinum á Rás2. Sendingin byrjar klokkan 12.