EB/Streymur/Skála, sum í fjør vann FM í bestu deildini hjá kvinnum, eru nú ávegis til Litava, har tær skulu luttaka í Champions League.
Hópurin hjá EB/Streymi/Skála nú farin til Danmarkar, har tær skulu spæla tveir venjingardystir móti FC Nordsjælland, sum hevur Áslu Johannesen og Lív F. Arge í hópinum.
EB/Streymur/Skála er í bólki 9 í Champions League undankappingini. Hini liðini í bólkinum eru FC Honka Espoo úr Finnlandi, FC NSA úr Bulgaria og Gintra Universitetas úr Litava.
Skráin:
7. august:
FC NSA – EB/Str/Skála (11.00)
10. august:
Gintra - EB/Str/Skála (16.00)
13. august:
EB/Str/Skála – Honka (16.00)