EB/Streymur rændi odda­sessin frá klaksvíkingum

Frammanfyri 2000 áskoðarum á Summarfestivalinum mátti KÍ lata oddasessin til EB/Streym. Sundalagsmenn spældu neyvari og vunnu ein uppibornan 3-1-sigur

Tað var lagt upp til eitt satt odda­brak í dýrdarveðri í Djúpumýru í Klaksvík, har umleið 2000 áskoð­arar í sonnum festivalhýru høvdu leitað sær til fótbóltsdyst. Hjá klaksvíkingum var hýrurin góður í sam­bandi við oddasess teirra, men ein ótti lúrdi eisini av tí at teir við einum tapi fóru at missa hann til EB/Streym. Og tað var júst tað, sum hendi.
Tvey kvik mál
Tað sást frá byrjan, at hetta var ein oddadystur, sum hvørgin vildi tapa. Liðini vágaðu lítið fyrstu løt­una og langt var ímillum mál­møgu­leikarnar. Hóast at EB/Streymur hevði bóltin mest fyrstu løtuna, so var tað KÍm, sum fekk størsta møguleikan hesa løtuna. Eftir gott uppspæl varð Heðin Klakstein spældur leysur í feltinum, men hann misnýtti møguleikan.
Sum fyrri hálvleikur gekk, so otaði EB/Streymur seg nærri mál­inum og fekk eitt nú nógv horna­spørk. Níggju minuttir fyri hálvleiksbríkslið bragdaði hjá sundalagsmonnum, og var tað eisini eftir júst hornaspark. Klaks­vík­ingurin hjá EB/Streymi, Niels Pauli B. Danielsen, skeyt innfyri til Gert Hansen, sum stýrdi bóltinum í málið og legði EB/Streym á odda 1-0.
KÍ fótaði sær ikki og longu min­uttin seinni økti EB/Streymur. Hesaferð var tað Pætur Dam Jacobsen, sum slapp at standa nakað leysur á brotsteigar­mark­inum í høgru. Hann langaði til, og umvegis ein KÍ-leikara smeig bólturin sær í málið til 2-0.
Hesi bæði málini loyptu hvøkk á KÍ-liðið, sum ikki formáddi sær nakað síðstu lítlu løtuna og mátti til hálvleiks aftanfyri 0-2.

Einki comeback hesaferð
Í seinna hálvleiki varð KÍ tvung­ið at leggja meiri fyri í álops­part­inum. EB/Streymur gav eisini KÍ henda møguleikan og lótu teir hava bóltin, men skipanin at halda fast í verjupartinum riggaði til fulnar. KÍ hevði sera trupult við at mynstra seg ígjøgnum og oftast var tað takkað teimum sjálvum, tí langar og óneyvar sendingar var tað, sum setti síni merki.
EB/Streymur vágaði hinvegin ikki nógv og lúrdi eftir mótálopum. Hetta hepnaðist eisini væl, tí átta minuttir fyri leiklok økti EB/Streymur til 3-0 eftir júst eitt mót­álop. Niels Pauli B. Danielsen varð spældur leysur í feltinum, og við vinstra beini legði hann bóltin trygt í netið til 3-0.
Nú gjørdist brekkan enn bratt­ari hjá KÍ, sum tó vikuskiftið undan hevði vent 0-3 til 3-3-javnleik ímóti Víkingi. Nú høvdu teir bara ikki somu tíðina og somu sømdir, men hóast tað, so gjørdi Andy Olsen sítt til. Hann fekk bóltin væl skallaðan fyri føturnir uttanfyri feltið frá Heðini Klakstein, og so langaði hann til. Bólturin sang umvegis handaru stong í netinum, og so fekk KÍ aftur eina lítla vón.
Í sjálvari yvirtíðini fekk KÍ til­lutað brotsspark til mikla ónøgd í EB/Streyma-leguni. Hjalgrím Elttør varð settur at skjóta, men lið­skiparin skeyt ein metur upp um og í somu atløgu bríkslaði Eiler Rasmussen dystin av.
EB/Streymur spældi meiri ágang­andi og var neyvari í sínum atsóknum, og við uppibornum 3-1-sigri spældu teir eitt puss á Summar­festivalinum hjá klaks­víkingum. Hvat enn verri var hjá KÍ var, at teir máttu lata odda­sess­in frá sær til EB/Streym, sum nú hevur lagt KÍ eitt stig aftur um seg.