Navnframi Signar í Homrum er formaður í EB/Streymi. Hann vil ikki gera viðmerkingar til støðuna í EB/Streymi. In.fo skrivaði fyrr í dag, at Arnbjørn Hansen er á veg til HB, meðan feløg vilja hava Hans Paula Samuelsen.
Les eisini: Arnbjørn Hansen til HB
Tað er millum annað fíggjarliga støðan í EB/Streymi, sum gera at spælarar í størri mun leita aðrastaðni. EB/Streymur hevur myndað topping í føroyskum fótbólti síðani 2006, men tann tíðin tykist vera komin til ein fyribils enda.
Les eisini: B36 vil hava Hans Paula og Arnbjørn
Hóast nógvu søgurnar, so vil formaðurin í felagnum ikki gera viðmekringar til støðuna í løtuni. Tað eru fimm umfør eftir av landskappingini og enn er ikki geitt, um felagið megnar at vinna sær luttøku í Europa League til komandi ár.
Les eisini: Skála missur liðskiparan
Soleiðis sum in.fo skilir støðuna, so bendir nógv á, at Arnbjørn Hansen og Hans Pauli Samuelsen er á veg úr felagnum. Eisini ljóðar, at EB/Streymur fer at brúka komandi tíðina at finna ein fíggjarligan javnvág, so tað er samsvar millum inntøkur og útreiðslur.
Les eisini: Sigfríður heldur fram í Víkingi
EB/Streymur er í løtuni á fjórða plássi, sum gevur atgongd til Europa League komandi ár.