Ikki nógv mál eru komin í fyrra hálvleiki í dystunum í Formuladeildini í dag. Heima á Sandi er oddaliðið úr Sundalagnum á odda 2-1. Egil á Bø legði EB/Streym á odda alt fyri eitt, og tá 10 minuttir vóru farnir, økti Ronnie Samuelsen um munin við brotssparki. Hesa løtuna sóu sandingarnir rættiliga skakaðir út.
So við og við komu sandoyingar tó betur fyri seg, og tá góðir 16 minuttir vóru farnir minkaði Eirikur Poulsen um munin, tá eitt innlegg fór allan vegin í málið.
Síðstu løtuna av fyrra hálvleiki hevur B71 havt fleiri møguleikar, men enn er EB/Streymur á odda 2-1.
Í Klaksvík er hitt oddaliðið, NSÍ, á vitjan hjá KÍ, og her tók KÍ leiðsluna um miðjan fyrra hálvleik. Heðin á Lakjuni sendi horna innfyri úr høgru, og har var Paul Clapson hægstur og skallaði bóltin í málið til 1-0. Sum skilst hevur KÍ eisini havt møguleikar at økt enn meir um leiðsluna.
Á Skála er botndystur millum Skála og AB, og har stendur á jøvnum 0-0. Dysturin hevur verið rættiliga javnur undan steðginum, men serbiski áleyparin hjá Skála, Kaplanovic, hevur havt onkran møguleika at lagt Skála á odda, men enn er 0-0.
Í Gundadali hevur B36 verið við yvirlutan undan steðginum ímóti HB, men enn er einki mál komið, og tí stendur eisini á jøvnum í grannadystinum í Gundadali.
Síðsti dysturin er í Vági, har VB tekur ímóti GÍ. Her hevur GÍ helst havt yvirvág í spælinum, meðan VB hevur roynt seg við mótálopum. Her er støðan tó enn 0-0, og ein maður hjá hvørjum liði er rikin av vøllinum.