EB/Streymur og HB í ársins fyrsta dysti

Einasta, sum kann sigast við vissu undan Stórsteypadystinum sunnudagin, er at tað verður ein nýggjur vinnari í ár

FÓTBÓLTUR

 

Fyrsti almenni fótbóltsdysturin á árinum millum lið í fremstu røð verður spældur á Ovara vølli sunnudagin klokkan 15, tá greipuvinnararnir, EB/Streymur, spæla ímóti silvurvinnarunum í landskappingini, HB, í ársliga Stórsteypadystinum um Lions-steypið.

Samstundis sum talan er um dyst millum tvey av feløgunum, ið óivað eisini fara at liggja framvið í ár, er hetta eisini ein dystur við vælgerandi endamálið, sum Fótbóltssambandið og Lions Club skipa fyri í felag. Og í ár fer ágóðin av dystinum til ungdómsdeildina á Føroya Barnaheimi.

Bæði EB/Streymur og HB hava fyrr roynt seg í Stórsteypadysti, men hvørki teirra hevur enn nakrantíð vunnið Stórsteypið. EB/Streymur tapti í fjør fyri NSÍ, og HB tapti í fyrraárið fyri B36, eftir javnleik og síðani brotssparkskapping.

Sostatt er tað einasta, ið kann sigast við vissu undan dystinum, at talan verður um ein nýggjan vinnara, tá Lions-steypið skal handast eftir dystin.